Tey 22 starvsfólkini hjá Námi skulu í framtíðini verða savnað á einum staði, og undir fyrireiking av hesum verður neyðugt at lata Náms-avgreiðsluna aftur. Umbyggingin verður væntandi liðug 1. februar í 2012. Soleiðis húsast vit í hesum tíðarskeiði Meðan avgreiðslan er afturlatin, húsast Nám á trimum støðum: KT-toymið heldur fram í hølunum á Hoyvíksvegi 72, og bókatoymið húsast í Lützenstrøð 4. Snartoymi, ráðgevar og savnsfólk fara at halda til í hølunum hjá Bókamiðsøluni á Hjalla 7b. Hvat skeiðunum viðvíkur framyvir, fáa luttakarar so hvørt í útsendu áminningini boð um, hvar tey verða hildin. Vit eru framvegis at hitta á tlf. 755150 og umvegis teldupostaadressuna nam@nam.fo . Telefaksið er ikki virkið í nevnda tíðarskeiði. Útlán: Meðan umbyggingin fer fram, verður bert gjørligt at læna flokssett, filmar, frílesikassar og ljóðbøkur. Alt annað tilfar í savninum verður niðurpakkað og er tí ikki tøkt. Gevið gætur, at øll avgreiðsla út úr húsinum fer í tíðarskeiðinum fram umvegis Posta. Møguligt verður at lata tilfar aftur við at seta tað í gongina í Mentamálaráðnum — við hurðina inn í Nám. Vit vóna, at vit framhaldandi kunnu veita tykkum góða tænastu, hóast hon verður nakað skerd og darvað, meðan umbyggingin fer fram. Vinaliga Nám Magnus Tausen, stjóri
Tá nýggja Nám lat upp, greiddi Oyvør Dam Lassen, bókavørður, frá um Nám-savnið, sum er skift í tveir partar - útlán og kunningarsavn. - Útlánið er okkara flokssett av fagur- og yrkisbókmentum. Vit hava umleið 800 ymisk flokssett, har onnur helvtin er føroyskar fagurbókmentir og hin helvtin yrkisbókmentir og útlendskar fagurbókmentir. Í Útláninum eru evnis- og lesikassar skipaðir í floks- ella torleikastig at nýta til frílesing ella til lesiátøk í skúlunum kring landið. Í Útláninum eru eisini filmar og ljóðbøkur. Vit hava tær allar flestu ljóðbøkurnar í savninum, sum koma út í Føroyum, segði Oyvør, tá nýggja Nám hevði móttøku. - Kunningarsavnið er ein sýnisgluggi hjá forløgum - bæði hjá Nám og hinum føroysku forløgunum, men eisini teimum útlendsku. Tað vil siga, at alt undirvísingartilfar, sum kemur út í Føroyum og í Danmark, hava vit eitt eintak av her í Kunningarsavninum, segði Oyvør. Tað, sum vit ynskja við savninum, er, at lænarar koma inn her í Nám og seta seg niður við einum kaffimunni og kunna seg um nýtt tilfar, fáa íblástur til undirvísing, læna tilfar og at fáa vegleiðing frá ráðgevunum. Eisini læraralesandi eru vælkomin at møtast í Námi at fyrireika starvsvenjingar ella at skriva uppgávur, sigur Oyvør innbjóðandi. - Annars hava vit eina bókasavnsskipan, sum er tøk á netinum. Tað er ein samlaður grunnur við øllum okkara tilfari, og tað ber eisini til at leita og bíleggja tilfar har.
“Tað, at finna og veita vitan og upplýsing, er ein spennandi og gevandi uppgáva,” sigur Oyvør Dam Lassen, sum er bókavørður í Námi. Í samrøðu við Skúlablaðið vísir Oyvør á, at stórur munur er á at avgreiða læraran og so onnur fólk á teim bókasøvnum, hon fyrr hevur starvast á. “Tað fyrsta er, at á einum fólkabókasavni er brúkarin í frítíðarørindum, meðan lærarin kemur í Nám í arbeiðsørindum,” sigur Oyvør og leggur afturat, at "lærarar spyrja um nógv ymisk evni, men ofta ganga somu evni aftur, til dømis um seinna heimsbardaga, víkingatíðina, veðurlagsboytingar og dálking". “Annars eru fyrispurningar um flokssett, filmar og ljóðbøkur til lesiveikar næmingar. Læraralesandi koma ofta her, tá tey skulu í starvsvenjing og skulu fyrireika undirvísingina.” “Ein avbjóðing er sjálvandi, at eg kann ikki ráðgeva einum lærara í, hvat undirvísingartilfar er betri ella meira viðkomandi fyri næmingarnar enn okkurt annað. Har koma okkara ráðgevararnir inn í myndina,” sigur Oyvør. “Men eg kann hjálpa læraranum at finna tilfar og eisini siga, hvat er væl umtókt, hvat er nýtt og so framvegis. Nám er einasti stovnurin av sínum slagi í Føroyum, og nú vit eru ein samanløgd eind, KT-depilin, Skúlabókagrunnurin og Landsmiðstøðin, eru vit eisini serstøk fyri alt danska ríkið. Tað verður spennandi at síggja, hvussu vit fara at menna okkara tænastu til skúlan í framtíðini,” sigur fryntligi bókavørurin í Námi. Øll samrøðan við Oyvør kann lesast í nýggja Skúlablaðnum.
Ljóðbøkur Kristni 8 Kapittul 1 Skapanarsøgur Kapittul 2 Pætur ápostul Kapittul 3 Grundtvig Kapittul 4 Paulus ápostul Kapittul 5 Tøl Kapittul 6 Frá trúbót til okkara dagar Kapittul 7 Samkomur í Føroyum Kapittul 8 Hinduisma Kapittul 9 Jákup Dahl Kapittul 10 Val og vanar Kapittul 11 Gamlir kristnir siðir Kapittul 12 Gudstænasta Kapittul 13 Einglar Kapittul 14 Mannarættindi Kapittul 15 Um tú vilt gleði vinna Kapittul 16 Norrøn gudalæra Kapittul 2 - Pætur ápostul S í ð a 1 8 - K a p i t i t t u l 2 - P æ t u r á p o s t u l S í ð a 1 8 - Á h v í t u s u n n u S í ð a 1 9 - Á h v í t u s u n n u S í ð a 1 9 - P æ t u r v e r ð u r l e i ð a r i S í ð a 2 0 - P æ t u r s t í g u r a l m e n t f r a m S í ð a 2 0 - B r ø v P æ t u r s S í ð a 2 1 - D e y ð i P æ t u r s S í ð a 2 2 - S a m a n d r á t t u r S í ð a 2 2 - U p p g á v u r