Útbreiðsla: Ein er veidd í Rósugarði í 1965, og hetta er tann einasta, vitan er um her um leiðir. Rísnaskøta er annars sera sjáldsamur fiskur og bert nakrar fáar eru fráboðaðar longur suðuri í Atlantshavinum.
Rísnaskøta (skøtuættin)
Malacoraja spinacidermis
Barnard, 1923
Stødd: Rísnaskøta verður upp í umleið 70 cm long.
Dýpi: Hon er úr 450 m niður á góðar 1500 m.
Litur: Hon er ljósagrábrún á bakinum. Eldri fiskar eru dimmari. Undir búkinum eru ungir fiskar hvítir og halin gráur. Hon myrknar undir búkinum, verður grálig við aldrinum. Nakrir hvítir blettir eru tó í tí gráa litinum.
Lýsing: Skivan er hjartaskapað. Ravaendarnir eru rundir, og ravakanturin framman eitt lítið sindur bogaður inní. Bakið er sett við smáum naddum. Smáir píkar eru við eyguni og á akslunum (bert á vaksnum fiski). Halin er oftast mest sum píkaleysur. Ryggfjaðrarnar eru samanvaksnar í neðra. Blindumegin er hon sløtt, uttan fremst á kantinum, har hon er eitt sindur hvøss.
Hon hevur stutta gron og lítlan trant framúr. Breiddin á skivuni er størri enn longdin frá goti til trant. Gotið er nærum eins langt frá trantinum sum frá stertinum.
Eyðkenni: Smáu naddarnir um bakið, fáu píkarnir og liturin.
Týdningur: Rísnaskøta hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Lådden rokke, en: Pricled ray – Roughskin skate, fr: Raie mollette – Raie profonde, ís: Sjafnarskata
Skøtur Rajiformes
4 ættir eru í hópinum, 32 slektir og 285 sløg.
Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:
- Skøtuættin (Rajidae)
Skøturnar eru eyðkendar við sínum flata kropsskapi, spísku gron og langa hala,
oftast við nógvum píkum eftir baki og hala.
Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni.
Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni.
***
Í stuttum um skøtur:
Halin á skøtu er í veruleikanum aftari partur av rygginum. Hann verður tó nevndur hali millum manna, og eisini her.
Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast.
Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið,
teir hava nú.
Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi
aftur úr sær, eitt hvørjumegin halarótina.
Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg.