Endurlýsing: Námsráðgevi í støddfrøði og náttúruvísindi
Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett
Nám hevur seinastu árini bygt upp eina ráðgevaskipan til at styrkja námsráðgevingina til fólkaskúlan og fjølbroytta virksemið í Námi. Ráðgevin verður partur av ráðgevandi deildini. Søkt verður eftir einum námsráðgeva í støddfrøði og náttúruvísindaligum lærugreinum í fólkaskúlanum.
Um starvið
Ráðgevin skal fylgja við í tí, sum hendir innan lærugreinaøkið, og skal kunna seg um námsætlanir, námsfrøðiliga gransking og fakligar avbjóðingar og menning, sum eru á fólkakúlaøkinum í londunum kring okkum, serliga í Norðurlondum.
Ráðgevin skal taka lut í arbeiðinum við námsætlanunum og gera tilmæli um dagføringar ella broytingar innan avvarðandi lærugreinaøki. Ráðgevin skal veita skúlum og lærarum vegleiðing og sparring í námsfrøðiligum og fakligum spurningum við atliti at námsætlanini, tilfari og undirvísingarligum spurningum.
Ráðgevin skal ráðgeva um próvtøkur fólkaskúlans og landsroyndir, herímillum ráðgeva uppgávunevndum í avvarðandi lærugreinaøki.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum og førleikar og royndir í viðkomandi lærugreina- ella læriøkjum. Harumframt skal viðkomandi hava:
- áhuga fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
- góð samstarvsevni og vera fyrikomandi
- góðar samskiftisførleikar
- góðar telduførleikar
- góðan málførleika, serliga í føroyskum.
Setanarviðurskifti
Ráðgevin verður knýttur at Námi, men skal eisini vera í starvi sum lærari í einum fólkaskúla. Ráðgevastarvið telur 1080 árstímar skúlaárið 2023/2024, og fær ráðgevin samsvarandi niðurskurð í lærarayrkinum.
Ráðgevin verður løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Talan er um tíðaravmarkað starv, har setanartíðin er trý skúlaár frá 1. august 2023. Broytingar kunnu verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.
Umsókn
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi og møguligari eftirútbúgving, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Námi í hendi í seinasta lagi 11. juni 2023 og sendast við telduposti á eydun@nam.fo.
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Tóra Slættalíð, deildarleiðara, tel. 555180.
Nám er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 28 starvsfólk. Próvstovan er partur av Námi, og har arbeiða 7 fólk.