Skip to main content

Søguligur sáttmáli

02.05.2012

Tríggjar søgubøkur til miðdeild

 

Seinasti sáttmáli, sum varð gjørdur á Lützenstrøð, áðrenn Nám flutti í nýggju hølini á Hoyvíksvegnum, er við søgufrøðingarnar Hans Andrias Sølvará og Erling Isholm. Fyri Nám skulu teir báðir skriva tríggjar søgubøkur til miðdeildina í fólkaskúlanum. Fyrsta bókin, sum avtala er gjørd um, er nýskrivað føroysk søga til fjórða flokk í søgu og samtíð.

– Hetta er fyrsta skúlaárið, at næmingarnir hava søga sum sjálvstøðuga lærugrein í fólkaskúlanum, eftir at hava havt heimstaðarlæru í trý tey fyrstu skúlaárini, so talan er um byrjanarstøði í søgu, siga høvundarnir.

– Vit eru so smátt farnir undir fyrireikingarnar longu nú, men sjálv skrivingin byrjar ikki fyrr enn í august í ár, siga teir báðir Hans Andrias og Erling. Nám og Fróðskaparsetrið, sum er arbeiðsgevari hjá báðum søgufrøðingunum, hava gjørt avtalu um, at hvør bókin krevur arbeiðsnáðir, ið svara til hálvt ársverk til samans hjá høvundunum.

Tær báðar næstu bøkurnar fara at venda sær til fimta og sætta flokk.

– Í høvuðsheitum er talan um føroyska søgu, men sjónarhornið skal eisini víðkast til norðurlendska og evropeiska søgu, sum arbeiðast skal meira við í sjeynda flokki, siga søgufrøðingarnir.

– Vit eiga fyrst av øllum at gera søguna nærverandi og viðkomandi fyri næmingarnar. Tað snýr seg um at fáa næmingarnar at skilja, at tey, eins og søguligir persónar, eru partur av einum ávísum samfelagi í søguni, bæði sum søguskapt og sum søguskaparar. Fortíðin og nútíðin eru, eins og einstaklingurin og samfelagið, í einum áhaldandi og altíð viðkomandi samskifti hvør við aðra. Tað avgerandi er at fáa næmingarnar at verða tilvitaðar um hetta sambandið, ið teir eru partar av, og sum er ein partur av teirra egna samleika, siga Erling og Hans Andrias og leggja við einum jarðbundnum brosi afturat, at hetta skal sjálvandi ikki gerast við abstraktum teorium, men við at arbeiða við søguligum tilfari á ein hátt, sum er viðkomandi fyri næmingarnar.

Høvundarnir siga, at tað kann vera so ómetaliga ymiskt, hvat dentur verður lagdur á í nýggju søgubókunum.

– Tað er alt eftir, hvør málbólkurin er. Vit granska báðir føroyska søgu á Fróðskaparsetrinum, og síggja við hesi avtaluni við Nám ein møguleika at flyta nakað av tí, sum vit dagliga granska, yvir í frálærutilfarið í fólkaskúlanum. Her verður uppgávan sjálvandi ikki at leggja fram upprunalig og dustut skjøl úr fyrndini, men heldur at miðla tilfarið til ein annan málbólk, enn tann, sum vit vanliga skriva til, siga Hans Andrias og Erling, sum báðir undirvísa vaksnum fólki á Fróðskaparsetrinum.

– At vit sum søgugranskarar hava fingið møguleikan at gera hetta, er ein rættiliga serstøk støða. Vanliga er long og drúgv leið hjá nýggjum granskingarúrslitum at finna allan vegin til lærubøkurnar í fólkaskúlanum, men við hesum samstarvi millum Nám og Setrið er vegurin millum fjórða flokk og nýggjastu vitanina í føroyskari søgugransking so stuttur, sum til ber.