Skip to main content

Seinasta freist at søkja størv sum námsráðgevi

17.06.2021

Í dag er seinasta freist at søkja størvini sum ráðgevi í føroyskum og lesimenning, støddfrøði og nátturuvísund, og donskum og fremmandamálum.

 Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett 

Ynskir tú at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og hevur gott innlit í viðkomandi lærugreina- ella læriøki, so hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi.

Nám hevur bygt upp eina ráðgevaskipan við atliti at fjølbroytta virksemi og endamálsorðing fólkaskúlans. Ráðgevin verður partur av einum tvørgreinaligum samstarvi. Søkt verður eftir trimum námsráðgevum í ávikavist:

  • føroyskum og lesimenning
  • náttúruvísindaligum lærugreinum – í fyrsta lagi støddfrøði
  • fremmandamálum – í fyrsta lagi donskum

 

Um starvið

Ráðgevin skal fylgja við í tí, sum hendir innan lærugreinaøkið, og skal sum part av hesum kunna seg um námsætlanir, námsfrøðiliga gransking og fakligu avbjóðingarnar og menningina, sum eru á fólkaskúlaøkinum í londunum kring okkum, serliga í Norðurlondum.

Ráðgevin skal virka fyri at menna  námsætlanina og gera tilmæli til Mentamálaráðið um dagføringar. Hann skal samskifta við skúlar og kunna svara námsfrøðiligum og fakligum spurningum við atliti at námsætlanini, tilfari og undirvísingarligum spurningum. Ráðgevin skal eisini ráðgeva um próvtøkur fólkaskúlans og landsroyndir, herímillum ráðgeva uppgávunevndum.

 

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum umframt serligar førleikar og royndir í viðkomandi lærugreina- ella læriøkjum. Persónligar dygdir hjá umsøkjarum eru, at viðkomandi skal hava:

  • áhuga fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
  • góð samstarvsevni og vera fyrikomandi
  • góðar samskiftisførleikar
  • góðan málførleika, serliga í føroyskum

 

Setanarviðurskifti

Ráðgevin verður knýttur at Námi, men skal eisini vera í starvi sum fólkaskúlalærari í einum fólkaskúla. Ráðgevastarvið telur 1080 árstímar skúlaárið 2021/2022, og fær ráðgevin samsvarandi niðurskurð í lærarayrkinum.

Ráðgevin verður løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Talan er um tíðaravmarkað starv, har setanartíðin er 3 skúlaár frá 1. august 2021. Broytingar kunnu verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.

 

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og aðrari viðkomandi útbúgving skal vera Námi í hendi í seinasta lagi hósdagin 17. juni 2021.

 

Umsóknin skal sendast til:

Nám

Hoyvíksvegur 72

FO-100 Tórshavn

 

ella við t-posti á eydun@nam.fo.

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Eyðun Gaard, stjóra, tlf. 555150.