Skip to main content

Orð og mynd

Spæl

Dominospæl, har punturin er tvíbýttur. Á aðrari hálvuni er mynd og á hinari eitt orð. Orð og mynd skulu hóska saman. Á hesum spæli lærir barnið í leiki at stavseta. Spælið hóskar væl sum stuðul undir lesivenjing barnsins.

Spælið hóskar væl sum stuðul undir lesivenjing barnsins. Spælið stimbrar eisini málið og minni, og barnið lærir at hugsavna seg. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í yngstu flokkum fólkaskúlans, í barnagørðum, dagrøkt og frítíðarskúla. Spælið er stimbrandi og mennandi.Talan er um sonevnt Educa spæl, sum er spanskt dygdarspæl, ið verður framleitt á óteljandi málum og til heimsmarknaðin. Nú eru fleiri Educa spøl á fyrsta sinni á føroyskum og úr føroyska umhvørvinum. Spølini eru seks í tali, hini eru: Mær dámar at rokna, At skyna á klokku, Øvut, Myndaspæl og Minnisspæl. Spølini eru slitsterk, fittlig og liggja væl í hondunum.

Orð og mynd
Orð og mynd