Skip to main content

Kærleikssøga aldarinnar

úrval

Høvundur :

Märta Tikkanen,

Price :

<p>68.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/3146//STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Kærleikssøga aldarinnar er sjálvævisøgulig og viðger hjúnalag Märtu Tikkanens við listarmannin Henrik Tikkanen. Savnið er eitt úrval av yrkingum úr Kærleikssøga aldarinnar, sum kom út á svenskum í 1976. Yrkingasavnið viðger trupulleikarnar í eini familju, har maðurin er rúsdrekkamisnýtari. Sjáldan eru kenslurnar hjá konu ein misnýtara so bersøgið og beinrakið lýstar. Eitt sjónband er til láns á Landsmiðstøðini. Sjónbandið er ein filmsútgáva av framførslu, sum Laura Joensen hevði av yrkingum Märtu Tikkanens í seinnu helvt av 1980-árunum.

Hvussu meint familjan verður rakt, verður kensluborið og viðkomandi viðgjørt. Á savninum eru eisini yrkingar, sum eru brúktar í sjónbandinum við sama navni. Sjónbandið er ein filmsútgáva av framførslu, sum Laura Joensen hevði av yrkingum Märtu Tikkanens í seinnu helvt av 1980-árunum. Á miðnámsskúlunum kann savnið, eisini saman við sjónbandinum, nýtast sum høvuðsverk, og lýkur tað krøvini, sum kunngerðirnar í føroyskum í miðnámsskúlunum áseta.Á savninum er undirvísingartilfar, sum bæði kann nýtast til filmin og yrkingarnar. Sjónbandið fæst til láns á Landsmiðstøðini.

Kærleikssøga aldarinnar
Kærleikssøga aldarinnar