Skip to main content

Móses í myndlistini

Høvundur :

Neil Morris,

Týðari :

Regin av Steinum

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

Í Gamla testamenti lesa vit um Móses, sum var lóggevi, profetur og leiðari ísraelsfólks.

Umframt til heimligan hugna kunnu bøkurnar um Jesus og Móses í myndlistini brúkast í kristni og tilevning og í miðdeild fólkaskúlans, tað er frá 3. til 7. skúlaflokki. Bøkurnar kunnu eisini brúkast í lesing, føroyskum og donskum yvirhøvur til tess at læra seg at eygleiða ímyndir, súmbol og myndatalu.

Í Gamla testamenti lesa vit um Móses, sum var lóggevi, profetur og leiðari ísraelsfólks. Móses hevur sum fáur fingið rúmd í klassisku málningalistini. Tað prógva tær mongu hugtakandi myndirnar og søgurnar í bókini Móses í myndlistini. Eitt nú tá ísraelsfólk fara ígjøgnum Reyðahav, sum Frans Francken málaði, og tá Móses fær tey tíggju boðini, sum Rafael málaði fyri pávan, og ikki minst myndprýðingar Michelangelos í Sixtinska kapellinum í Vatikaninum í Rom, har vit síggja koparormin.

Bøkurnar um Jesus og Móses í myndlistini hevur Regin av Steinum týtt úr enskum. Birgir Kruse hevur í báðum førum havt ta fakligu viðgerðina um hendur.

Móses í myndlistini
Móses í myndlistini