Skip to main content
Vitliki - Undervísing og Vitliki
Vitliki Hero Image

Hvat er á hesum síðum?

Vit hava býtt evnið upp í trý øki, sum tit kunnu lesa meira um niðast á hesari síðuni. Økini eru:

 

Vitlíki í undirvísing

Her eru ítøkilig uppskot um hvussu vitlíki kann verða brúkt í undirvísingini. Her er eisini undirvísingartilfar um hvat vitlíki í grundinin er, t.d. upplegg til prát um hvussu tænastur sum Netflix og Spotify brúka vitlíki at skapa persónlig tilmæli út frá gomlum valum hjá brúkárum. Í gerandismáli verður hetta nevnt algoritmur, og tað er eitt gott dømi um praktiska nýtsla av vitlíki.

Á hesari síðuni eru tílík ítøkilig hugskot til lærarar. Vert er tó at hava í huga, at hóast vitlíki fer at hava ein týðandi leiklut innan skúlagátt í framtíðini, so er tað bara eitt av mongum amboðum - og næmingar eiga at læra at brúka hetta amboðið við skili. Og hetta er ikki eitt amboð um kann setast inn í staðin fyri læraran. Vitlíki kann heldur verða brúkt sum stuðul í gerandisuppgávum hjá lærarum, so arbeiðið gerst effektivari - serliga tá arbeitt verður við nógvum datum - t.d. skemalegging, undirvísingarætlanum, rætting av uppgávum o.ø.

Her verður eisini víst til ávís ítøkilig amboð, sum eru tøk á netinum. Í summum førum verða vegleiðingar gjørdar, og í øðrum førum fara vit at orða nakrar tankar um amboðini. Á síðuni eru amboð, sum kunnu verða brúkt í undirvísingini, t.d. til at:

  • Skriva, gera framløgur, tekst til heimasíður, AI-myndir o.a.: ChatGPT, Canva, Leonardo.Ai
  • Læra meira um okkurt evni: Khan Academy's AI-Tutor
  • Metingar og afturmeldingar: Quizlet, Google Forms, Microsoft Forms
  • Málslig amboð: DeepL, Google Translate
  • Tekst til talu: NaturalReader, Talukennari til kaga (beta), VoisIT (app)
  • Samvirkin læringsamboð: Mentimeter, Kahoot

Tankar um námsfrøði

Her er eitt úrval av viðkomandi greinum, heimasíðum og øðrum tekstum ella filmum um vitlíki, m.a. um hugtøk sum samantvinnað lærutilfar (blended content), tankar um vitlíki í skúlanum, nýbrot og avbjoðingar.

Hvat er "samantvinnað læring"?

Samantvinnað læring ella "blended learning" er ein lærutilgongd, har fyriskipað undirvísing, næmingalagað tilgongd og eginlæring verða sameind við tøknilig amboð. Við hesum fæst ein læring, sum er tillagað tørvin hjá tí einstaka. Tøknin ger tað møguligt at nýta lærutilfar, sum bøkur, filmar og læruspøl, saman við vegleiðing og undirvísing – alt á einum støði, ið hóskar til hvørja einstaka. Við tøkniligum hjálpartólum, sum kjattbottum, hava næmingar altíð ein vegleiðara, sum er klárur at svara spurningum og loysa avbjoðingar.

Tøknilig amboð í skúlahøpi

Vitlíki hevur ein týðandi leiklut í at stuðla næmingum og lærarum. Ein kjattbottur verður ongantíð troyttur, og tøkni gevur næmingum við serligum tørvi møguleika fyri stuðlandi læring. Javnvágin millum sjálvlærd øki og vegleiðandi undirvísing kann tryggja eina inkluderandi tilgongd, har allir næmingar fáa javnbjóðis atgongd til læring.

Etisk atlit og ábyrgd

At nýta vitlíki setir stór krøv til etik og ábyrgd. Tøknin savnar dátur, og hetta kann skapa váða fyri privatlív. Tí er tað avgerandi, at lærarar og skúlafyrisitingar nýta vitlíki við skili. Haraftrat er týdningarmikið at tryggja, at allir næmingar, uttan mun til førleikar ella umstøður, hava javnbjóðis møguleika at nýta tøknina.

Samanumtikið

Við hesari tøkni hava vit fingið dygdargóð amboð, sum kunnu stuðla undir samantvinnaðari læring og inkluderandi undirvísing. Vitlíki kann geva lærarum møguleika at skapa persónligar undirvísingarætlanir, veita tillagaðar lærutilgongdir og tryggja, at næmingar við serligum tørvi fáa ta hjálp, tey hava brúk fyri. Men hetta setir eisini serstakar krøv til ábyrgd fyri at tryggja, at vitlíki verður brúkt á ein tryggan og etiskt burðardyggan hátt, bæði viðvíkjandi verju av dátum og javnbjóðis møguleikum til læring.

Kunning og vitan um vitlíki

Vit fara at royna at fylgja væl við tí, sum hendir á bæði tí tøkniliga og á tí pedagogiska økinum - og minna fólk á møgulig skeið, sum Nám ella aðrir stovnar/fyritøkur skipa føri.