Sýni & Dýpi 1 er fyrsta sBókaheild av trimum til lærugreinina føroyskt á miðnámi og er ætlað C-stigi ella fyrsta árinum í 3 ára A-stigi.
Sýni & Dýpi 1 er sett saman av ástøðispartinum Sýni 1 og tekstasavninum Dýpi 1. Við leinkjum millum viðkomandi ástøði og tekstir eru ástøðispartur og tekstasavn tvinnað saman og mynda saman sBókaheildina Sýni & Dýpi 1.
Sýni 1 viðger førleikarnar at skriva, lesa og samskifta munnligt umframt málnýtslu, málsøgu, tekstsløg og samansettir tekstir. Dýpi 1 fevnir um tekstsløgini: stuttsøgur, yrkingar, skaldskap av manna munni, sjónleik og yrkisbókmentir, myndir og lýsingar. Kristinbjørg Høgnesen og Ann Ellefsen hava ritstjórnað Dýpi. Sólvá Jónsdóttir og Kirsten Brix hava ritstjórnað Sýni. Dorit Hansen hevur samskipað arbeiðði sBókin er ein sjálvstøðug digital útgáva, sum samhugsar bók og net og gagnnýtir tað besta úr báðum miðlum.
Umframt vanligan tekst og vanligar myndir hevur sBókin samvirknar uppgávur, upplisnan tekst og livandi myndir. Við sBókini hava næmingarnir altíð eina dagførda útgávu, tí hon er á netinum, og dagføringarnar síggjast aftur í øllum bókunum. Men samstundis er bókin teirra egna, og tey kunnu skriva viðmerkingar og strika undir, sum teimum lystir.
1123 uppgávur | 65 samvirknar uppgávur | 8 verkstovur | 51 filmsbrot | 69 ljóðupptøkur (upplestur, sangir o.a.) | 140 myndir | 407 orðafrágreiðingar | 8 greiningarfrymlar umframt ástøðistekstir | kunnandi tekstir og tekstir umboðandi ymisku