Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Tað eru tvær mannagongdir at rita inn á unilogin við skulin.fo-brúkaranum. Hesar síggjast á myndunum niðanfyri.  Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndirnar betri: Unilogin - innritan

i-bøkur - Yvirlit

Rokning 1 c-d - Uppgávubók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 1 c-d - Uppgávubók
Rokning 1 c-d - Uppgávubók

Uppgávubók til Rokning 1 c-d, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og…

Rokning 1d - lærararbók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 1d - lærararbók
Rokning 1d - lærararbók

Lærarabók til Rokning 1d, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og…

Rokning 1d - Grundbók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning  1d - Grundbók
Rokning  1d - Grundbók

Rokning 1d er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

<p&hellip;

Rokning 1c lærarabók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 1c lærarabók
Rokning 1c lærarabók

Lærarabók til Rokning 1c, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og…

Rokning 1c - Grundbók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 1c - Grundbók
Rokning 1c - Grundbók

Rokning 1c er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

<p&hellip;

Rokning 1b - Lærarabók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 1b - Lærarabók
Rokning 1b - Lærarabók

Lærarabók til Rokning 1b, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvísingarheildin førir næmingin líðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og…

Rokning 1-4 - Avritsmappa

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 1-4 - Avritsmappa
Rokning 1-4 - Avritsmappa

Avritsmappan verður seld sum teldutøk fíla og send skúlum o.ø. tá bílagt verður.

Rokning 1-4, avritsmappa er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. – 4. flokki.…

Súlan - Lær teg at stava 1
Súlan - Lær teg at stava 1

Lær teg at stava 1 er fyrsta bókin í eini røð av stavsetingarbókum til innskúlingina. Hugsanin er, at bókin verður nýtt um várið í 1. flokki ella fyrst í 2. flokki. Skrivihefti hoyrir til…

Atlas til heim og skúla
Atlas til heim og skúla

Atlas til heim og skúla vendir sær til húskið og skúlaverkið í Føroyum. Atlas til heim og skúla tekur støði í ensku útgávuni Collins Student World Atlas, sum Erla…

Súlubók - Dia fer á flog

Súlubók við lixi
Súlubók - Dia fer á flog
Súlubók - Dia fer á flog

Dia fer á flog er ein fitt bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Dia fer á flog hevur lixtalið 7,3. 

Hon er ein partur av Súluheildini, og er onnur av seks…

Landafrøði 1-3 - Lærarabók (netútgáva)
Landafrøði 1-3 - Lærarabók (netútgáva)

Lærarabókin er einans givin út sum netútgáva. Hon kann lesast her. Tað ber til at taka útgávuna niður og skriva hana út.

Lærarabók - Netútgáva Lærarabókin byrjar við…

Rokning 1a - Lærarabók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 1a - Lærarabók
Rokning 1a - Lærarabók

Lærarabók til Rokning 1a, sum er fyrri partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og…

Rokning 1b - Grundbók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 1b - Grundbók
Rokning 1b - Grundbók

Rokning 1b er annar partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og…

Rokning 1a - Grundbók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 1a - Grundbók
Rokning 1a - Grundbók

Rokning 1a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og…

Súlubók 7 - Gásin og nósin
Súlubók 7 - Gásin og nósin

Ætlanin við Súlubók 7 er, at næmingurin í teksti kann venja teir bókstavir, hann hevur lært. 

Orðatilfarið er avmarkað, og tað eru nógvar endurtøkur. Myndirnar í bókini eru…

  • Hervør og Høgni í triðja - Grundbók
    Hervør og Høgni í triðja - Grundbók

    Hetta er triðja lesibókin í føroyskum í røðini um Hervør og Høgna. Bókin byggir á tær báðar undanfarnu bøkurnar, Hervør og Høgni í skúla og Hervør, Høgni og hini. Triðja bókin, ið hevur støði í heimligum umhvørvi, skal læra næmingin nýggj orð og hjálpa honum at automatisera…

  • Lívfrøði 1 - næmingabók
    Lívfrøði 1 - næmingabók

    Í lívfrøði til 7. flokk eru fýra partar. Fyrsti partur er um náttúrusøgu, annar partur er um lívið undir sjóneykuni, triði partur er um mannakroppin, og fjórði partur er um lívfrøði í verki.

    Í bókini eru 4 partar: 1. Lív og náttúra. Fevnir t.d. um margfelt lív,…

  • Skygni 5 - Næmingabók
    Skygni 5 - Næmingabók

    Skygni 5 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fimta flokki. Bókin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar síður og bláar síður, har evnið í kapitlinum verður viðgjørt á ymiskum torleikastigi. Á…

  • Skygni 5 - Læraravegleiðing
    Skygni 5 - Læraravegleiðing

    Skygni 5 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í fimta flokki. Dentur verður serstakliga lagdur á evni úr gerandisdegnum og á náttúruviðurskifti.

    Í læraravegleiðingini eru viðmerkingar til flestu síður, umframt virknissíður, tænastusíður og støðuroyndir við…

  • Hervør og Høgni í triðja - Lærarabók
    Hervør og Høgni í triðja - Lærarabók

    Lærarabók til Hervør og Høgni í triðja. Hugskot, Umrøðuevni, Faktapartur, Bókalisti, Arbeiðsbók og Svarlisti til Arbeiðsbók er til hvørt uppslag í lesibókini.

     

    Myndprýtt bókina hava Janus Guttesen, Hannis Egholm og Kari Roarsdóttir.

  • Les 3 - Ástøði
    Les 3 - Ástøði

    Les. Ástøði er partur av Les røðini, men er eisini ein sjálvstøðug ein. Bókin viðger ymisku tekstasløgini, og hvussu hesi kunnu greinast. Tekstasløgini umfata prosaskaldskap, yrkingar, ævintýr, sagnir, kvæði og yrkistekst. Harumframt er eitt kapitul um myndagreining, og eitt…

  • Les 3 - Arbeiðsbók
    Les 3 - Arbeiðsbók

    Les 3. Arbeiðsbók er ætlað at verða brúkt í samband við viðgerð av tekstunum í savninum Les 3.

  • Les 3
    Les 3

    Les 3

    Tekstasavn

    Les 3 er triðja bók í Les røðini. Tekstasavnið er ætlað til føroyskt í 10. flokki. Tekstasavnið er uttan iva eisini væl egnað til føroyskt á C í miðnámi. Høvðusevnið í tekstasavninum er lívsvirðir í samfelgsligum høpi, og bókin er býtt í fimm partar, sum viðgera hvør sítt…

  • Týskt 2
    Týskt 2

    Týskt 2

    Skrivligt týskt til framhaldsdeild

    Framhald av Týskt 1 - eisini til 8. flokk. Leggur seg serliga eftir veikt bendum sagnorðum í tíðum og bundnum navnorðum í føllum, umframt at klokkan, tølini, dagar, mánaðir og árstíðir eisini verða viðgjørd. Bókin leggur seg eftir fjølbroytni innan uppgávusløg.

  • Eg skrivi 8
    Eg skrivi 8

    Eg skrivi 8

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Nú er 8. bókin í Eg skrivi røðini komin út. Við bókini er hefti á 47 blaðsíður við útfyllingarfyrisøgnum.

    Ætlanin er, at tað skulu vera 9 bøkur tilsamans. Eg skrivi-bøkurnar eru ikki ætlaðar ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4.…

  • Súlubók 4 - Sólin sá bil og bát í á
    Súlubók 4 - Sólin sá bil og bát í á

    Súlubók 4 - Sólin sá bil og bát í á

    Sólin sá bil og bát í á

    Súlubók 4 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu átta bókstavirnar í Súluni.

    Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni. Teksturin er ætlaður at læra næmingarnar at lesa…

  • Súlubók 3 - Sólin sá Ásu og Óla í á
    Súlubók 3 - Sólin sá Ásu og Óla í á

    Súlubók 3 - Sólin sá Ásu og Óla í á

    Sólin sá Ásu og ÿla í á

    Súlubók 3 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu sjey bókstavirnar í Súluni. 

    Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni. Teksturin er ætlaður at læra næmingarnar at…

  • Súlan - Lærarabók
    Súlan - Lærarabók

    Lærarabókin er ætlað sum uppskot og hugskot til lærarar um, hvussu teir kunnu arbeiða við bókstava- og ljóðbókini Súlan.

  • Súlan - Bókstava- og ljóðbók
    Súlan - Bókstava- og ljóðbók

    Súlan - Bókstava- og ljóðbók

    Bókstava- og ljóðbók

    Bókin Súlan er ætlað sum undirvísingartilfar í føroyskum í 1. flokki. Í bókini lesa og arbeiða børnini við bókstavunum og tvíljóðunum. Hvør bókstavur fyllir eina opnu. Á aðrari síðuni er ein sangur, á hinari lættur tekstur, sum er skrivaður uppá rím.

    Lærari og…

  • Týskt 1
    Týskt 1

    Týskt 1

    Skrivligt týskt til framhaldsdeild

    Týskt 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt týskt til 8. flokk. Týskt 1 er uppgávubók til byrjanarundirvísing í týskum og er ætlað til fyrru hálvu av 8. flokki.

    Í bókini eru grundleggjandi mállæruvenjingar í týskum, har dentur verður lagdur á navnorð úr…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini