Skip to main content

Frunta táttur

 

CCF 208 B

Einki TSB-nr.

 

1 Vísuna eina vil eg kvøða,

hvørki um fýrkantað ella runt,

ikki um aðra grein at røða,

uttan um gentur, sum klippa frunt.

 

2 Tað var áður á gomlum sinni,

genturnar spektu so mangan glunt,

snildir komu teim ei í minni,

krumsakka ella brúka frunt.

 

3 Sikem var so prúður ein glunti,

hansara ráð var illa unt,

Dína hann fíblaði, best henni unti,

tóast hon hevði ikki klipt sær frunt.

 

4 Fátæka einkja øksunum leitar,

sveimar um allan bøin runt,

væl mundi Boas henni veita,

tóast hon hevði ikki klipt sær frunt.

 

5 Gýðingagentan, sum bókin sagdi,

tó ikki skírd í kirkjufunt,

kongurin hug á hana lagdi,

tóast hon hevði ongan frunt.

 

6 Fleiri munnu vær enn á minna,

í tí halga landinum so runt,

Kleopatra og Bernisa hin svinna,

hvørgin av teimum brúkti frunt.

 

7 Síðan tær kýsan um nakkan snøra,

kloddar stappa í krúllin runt,

flestum mundi ikki makin tvørra,

tóast tær ikki høvdu frunt.

 

8 Eitt sinn tvær gentur komu saman,

teskaðu har um stovuna runt,

dreingir at lova og lasta til gaman,

skutu til tær, sum brúktu frunt.

 

9 “Svara mær, systir, sannheitsorðum,

gev mær títt hjartans mál so sunt,

eri eg vakrari, krúllur óskorin,

ella um eg hevði klipt mær frunt?”

 

10 “Einki ber fruntur tann, sum er feitur,

andlitið títt tað er so runt,

betur ber teim, ið eru langleittar,

tí búgvist eg at klippa frunt.”

 

11 Triðja kom til við lítlum sóma,

skjúrtið og fyriklæðið vavt í bunt:

“Hví so síðla manst tú koma,

hevur tú verið og klipt tær frunt?”

 

12 Nú er verðin so nýfikin,

fortrinið øllum er illa unt,

valla í spæli nøkur verður tikin,

uttan hon hevur klipt sær frunt.

 

13 Draga tey dýnu ella kmmsakka,

reisa tey hjørt ella dansa runt,

summi munnu stak á *gólvinum flakka,

tí tær hava ikki klipt sær frunt.

 

14 Fjórða kom gangandi fram undir veggi,

gleið á garði og fell í strunt:

“Ilt nýtist av bræði, kellingin segði,

slíkt neyt eg av at klippa frunt.”

 

15 Dreingir halda sær á gaman:

“Henda hevur ikki verið grunt,

sí nú fylgið, ið sankað er saman,

ráðsláa allar og snakka um frunt.”

 

16 Gentur royna nú listir flestar,

ástareld kveikja um við lunt,

sandoyardansin og krumsakka bresta,

tó roynist best at klippa frunt.

 

17 Mangt tola gentur í fangi dreingja,

krumsakka er ikki hondum sunt,

artin hin gamla tær flestu man treingja,

minst ikki tær, sum bera frunt.

 

18 Summar til lystina betur at pirra,

smoykja úr lummunum, drekka so runt,

skammleysar koma dreingjunum at svirra,

ganga í skot og bera frunt.

 

19 Tí ganga gentur í dansistovu,

leika við dreingir hvørt heiligkvøld runt,

gerandisdagar tær geispa og sova,

uppstroknar og sum bera frunt.

 

20 Summar vilja við tað gamla verða,

hár undir kýsan at bera runt,

tað vilja hesar ikki gera,

gletta á tonn og bera frunt.

 

21 Lat tær nú skapa seg, sum tær vilja,

lat tær nú brúka allar mótar runt,

gentum sum kniplingar og frynsar kann skilja,

teim sámir best at bera frunt.

 

CCF 208 B

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Kvæðasavnið hjá Napoleoni Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) II (1842), s. 188, nr. 82; b: úr søvnum  Jakob Jakobsens (Føroya landsbókasavn, Tórshavn), uppskrift hjá Jakobi Jakobsen 1887.

 

Útgávur:

1. Jakob Jakobsen: Poul Nolsøe – lívssøga og irkingar, 1912, s. 217.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 363.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 37. bind, s. 116.

 

Heimild: Úr Streymoy. Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn, 1842.