Skip to main content

Vælkomin í Nám

04.10.2012

Umframt bøkur fáa tit eisini kaffi

 

Tá nýggja Nám lat upp, greiddi Oyvør Dam Lassen, bókavørður, frá um Nám-savnið, sum er skift í tveir partar - útlán og kunningarsavn.

- Útlánið er okkara flokssett av fagur- og yrkisbókmentum. Vit hava umleið 800 ymisk flokssett, har onnur helvtin er føroyskar fagurbókmentir og hin helvtin yrkisbókmentir og útlendskar fagurbókmentir.  Í Útláninum eru evnis- og lesikassar skipaðir í floks- ella torleikastig at nýta til frílesing ella til lesiátøk í skúlunum kring landið. Í Útláninum eru eisini filmar og ljóðbøkur. Vit hava tær allar flestu ljóðbøkurnar í savninum, sum koma út í Føroyum, segði Oyvør, tá nýggja Nám hevði móttøku.

- Kunningarsavnið er ein sýnisgluggi hjá forløgum - bæði hjá Nám og hinum føroysku forløgunum, men eisini teimum útlendsku. Tað vil siga, at alt undirvísingartilfar, sum kemur út í Føroyum og í Danmark, hava vit eitt eintak av her í Kunningarsavninum, segði Oyvør.

Tað, sum vit ynskja við savninum, er, at lænarar koma inn her í Nám og seta seg niður við einum kaffimunni og kunna seg um nýtt tilfar, fáa íblástur til undirvísing, læna tilfar og at fáa vegleiðing frá ráðgevunum. Eisini læraralesandi eru vælkomin at møtast í Námi at fyrireika starvsvenjingar ella at skriva uppgávur, sigur Oyvør innbjóðandi.

- Annars hava vit eina bókasavnsskipan, sum er tøk á netinum. Tað er ein samlaður grunnur við øllum okkara tilfari, og tað ber eisini til at leita og bíleggja tilfar har.

Onnur tíðindi

25.10.2024

Temasíða um filmin Hjartabørn í Kenja er nú á snar

Les meira
16.10.2024

Lesibókin Dropar 7 varð í dag heiðrað við…

Les meira
03.10.2024

PISA kanning verður aftur á vári 2025.

Les meira
23.09.2024

Bókarøðin fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók,…

Les meira