Skip to main content

Ráðgevin skrivar

Kreativir dagar í Fredericia

07.11.2022

Við 270 básum við kreativum virksemi og tilfari og yvir 100 fyrilestrar at velja ímillum, er stevnan´Kreative dage´ eitt satt Mekka fyri kreativar sálir!

Stevnan, ið er tann størsta av sínum slag í Norðanlondum, bjóðar alt frá verkstøðum við skulpturum úr betong til liting av ull. Hvørt ár hevur stevnan millum 20-25.000 vitjandi, og í ár vóru eg og starvsfelagin Katrin eisini og vitjaðu.

Vit brúktu tríggjar dagar á messuni. Tíbetur, tí longu fyrsta dagin var høvdið so yvirstimulerað av visuellum inntrykkum, hugfangandi nýggjum tilfari og skapandi virksemi, at tað nokk best kann samanberast við at sleppa einum barni leysum inni í Kids Leikur.  

Næsta dagin fóru vit meira málrættaðar eftir básum og fyrilestrum, sum fangaðu okkara áhugamál.

Fólk, ið duga sítt handverk

Flestu básarnir høvdu roynd starvsfólk innan ávís øki, ið veruliga dugdu sítt handverk til fulnar. Tað var ein fragd at síggja, hvussu tey sótu og arbeiddu við ymiskum tilfari, ymiskum teknikkum, umframt servitan innan teirra øki.

Ein av básunum, sum mær dámdi sera væl, var tann, ið snúði seg um metal. Metal er eitt forsømt tilfar í estetisku lærugreinunum, tí faktist eru møguleikarnir við tilfarinum óendaligir. Á básinum vóru fleiri lutir, sum tey sjálvi høvdu tilevnað, lagdir fram til íblástur, og so var møguleiki at royna seg og fáa vegleiðing í bæði tilfari og arbeiðshátti.  

Nýhugsan av siðbundnum tilfari

Eitt ótal av básum snúðu seg um ull, tøving, binding, seyming, ullliting, o.s.fr. Hetta er alt siðbundið tilfar, sum vit kenna og brúka í undirvísingini. Men tá tú hevur ekspertar sitandi við hvønn bás, so fara tey eitt stig longri, menna siðbundna úttrykkið og koma við heilt nýggjum hugskotum í einum annars einkultum tilfari.   

Áhugaverdir fyrilestrar

Tað vóru sera nógvir fyrilestrar at velja ímillum. Ein, ið mær dámdi sera væl, var fyrilesturin hjá Søren Vester. Fyrilesturin kallaðist `At være kreativ er en positiv indstilling til livet´. Hann kom m.a. inn á tað at vera kreativur eftir boðum, og tók spurningin upp, um tað at vera kreativur er ein viðføddur eginleiki ella eitt val. Sera áhugavert evni, tí tað er júst tað, sum vit lærarar arbeiða sera nógv við. Tað, at læra næmingarnir at hugsa kannandi, koma við nýhugsan og loysnum. Eitt, sum hann legði áherðslu á, var, at tú mást út um tína komfortstøðu, um tú skalt koma við onkrum nýggjum. Tað nyttar einki at gera tað sama dag eftir dag og vænta at fáa eitt nýtt úrslit. Hansara ráð var at broyta okkurt í gerandisdegnum. Vit menniskju vilja altíð hava tað gott og hava eina rútmu í gerandisdegnum. Tað snýr seg um at gera smáar broytingar, so heilin fer í gongd við at finna eina loysn - tað er tá, at tey góðu hugskotini koma.

Hetta fekk meg at hugsa um okkum kreativu sálir, sum undirvísa í praktisku og estetisku lærugreinunum. Okkara lærugreinar bera siðvenju fyri at vera bókleysar lærugreinar. Tað inniber, at vit skulu uppfinna djúpa tallerkin ferð eftir ferð. Hetta merkir fyri tað fyrsta, at dygdin í undirvísingini er tengd at ávísa læraranum, tí ofta vera lærarar uttan royndir settir at undirvísa, tí tey hava eitt glopp í tímatalvuni, og fyri tað næsta, at tú fært lærara, ið skjótt brenna út, um teir ikki hava onkran at sparra við. Tí er tað so umráðandi, at vit deila okkara vitan og royndir.

Við vitanardeilig í huga vil eg siga at eg gleði meg at deila alt tað, sum eg tók við mær frá messuni við tykkum á skeiðinum `Hugur og hond´, ið verður í februar. Tá verða vit fleiri skeiðshaldarar við fleiri verkstøðum, har tit fáa roynt tykkum, roynt nýggjar teknikkir og heinta íblástur – Gleðið tykkum!

(copy 1)

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi