Skip to main content

Ráðgevin skrivar

Lesføri, bindindi og lívsmeistran – nakrar hugleiðingar.

07.11.2022

Vit hugsa við orðum, vit tosa við orðum, vit skriva við orðum, vit skipa heimin  kring okkum við orðum  - orð eru ein aðaltáttur í tí at vera menniskja.

Afturlítandi hugleiðingar

Í barnaárum mínum – fyri eini hálvari øld síðani – skuldu børn tiga, tá útvarpstíðindi vóru. Tey skuldu eisini tiga, tá tey vaksnu tosaðu. Børn fóru við í kirkju og á møti umframt til tiltøk, sum vóru beinleiðis ætlað børnum. Tey skuldu tiga í skúlanum, uttan tá tey vóru spurd, tað var lærarin , sum fekk mestu talutíðina. Børn vóru saman við vaksnum í gerandisarbeiði sum t.d. at hoyggja og ganga á fjall og tað, sum har til hoyrir.

Her er ikki ætlanin at hugleiða um, hvørt tað er rætt ella skeivt ella onkustaðni mitt ímillum, at børn sluppu minni til orðanna fyrr í tíðini, men at hugleiða um, hvønn málsligan førning, hesin hugburður og lívsháttur kann hava givið børnum.  

Tað er ikki lítið, børn hava fingið við av málsligum førningi í hesi samveru við vaksnamannaheimin – at sita undir orðinum, sum tað onkuntíð varð kallað. Ein lærdi sálmar, sangir, søgur, frásagnir, veðurorð, hoyggingarorð, seyðaorð, málsligan stíl alt uttan at vera varur við tað og uttan, at tað beinleiðis var eitt endamál í sær sjálvum. Børn fingu sína málsligu vitan og vitan um heimin í samveru við vaksin ella við at lesa bøkur, eisini bøkur til vaksin. Soleiðis ognaðu tey sær málið í talu og skrift.

Eygleiðing av støðuni í dag

Staðfestast má, at nógv er broytt fram til í dag. Mest sum øll børn eru á stovni, til tey fara í skúla, tey eru ikki passivir áhoyrarar, men møta til tiltøk, som hóska teirra aldri og eru saman við javnaldrum ein stóran part av barndóminum. Børn verða hoyrd og vird sum børn og ikki bara sum komandi vaksin. Børn hava telefon og teldil, og sum tey vaksa til, hava tey eins og vaksin atgongd til allan heimin – ofta á øðrum málum enn føroyskum. Tey brúka tíð á netinum til tað, sum hugfangar tey sama hvussu dygdargott tað er. Tey kunnu skifta til annað innihald, tá tey keða seg og aftur skifta … og skifta og… Børn og ung fylgja øðrum ungum á ymiskum pallum á netinum og læra samstundis onnur mál – í mestan mun enskt. At læra onnur mál er eitt tilfeingi í sjálvum sær, men spurningurin er, hvussu stendur til við teirra  evnum at nýta føroyska málið.

MEN hvussu ávirkar liviháturin í nútíðarsamfelagnum børn og ung? Vit kunnu ikki draga fram dømi og hyggja aftur í tíðina fyri at vita, hvørja ávirkan hetta hevur á málførleika, bindindi og lívsmeistran – hesin liviháttur hevur ikki verið fyrr, men vit byrja at síggja mynstur og avbjóðingar, sum benda á, at lívsgóðskan og lívsmeistranin hjá mongum børnum og ungum er í vanda .

Tað hava altíð verið bert tey fáu, sum hava lisið nógv, fjøldin hevur ikki verið bókormar ella lesihestar, hví so hava átøk sum t.d. Føroyar lesa, sum royna at fáa børn og ung at lesa meira? Hvørji eru argumentini fyri, at børnum og ungum tørvar at hugsavna seg, at styrkja málførleikan í føroyskum, at hava bindindi at vera skapandi, at megna at lesa í mun til lesiendamál o.s.fr.?

Høvuðsevnið á læraradøgunum 2022 er lesing. Vónandi og væntandi fer hesin dagur at geva okkum størri innlit í hetta stóra og avbjóðandi evni og geva okkum íblástur til at rætta kumpassina til tørvin í dagsins skúla og tørvin hjá einstaka næminginum. Góðan læraradag!

(copy 1)

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi