Bókhaldari til Nám
Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett
Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymsar tænastur, so sum útlán av skúlatilfari, ráðgeving, skeið, Snar, Office 365 og gevur út undirvísingartilfar. Fyrisitingardeildin, sum bókhaldarin er partur av, hevur allar fyrisitingarligar uppgávur í Námi og á Próvstovuni.
Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.
Starvið fevnir um:
- bókhald
- innanhýsis roknskapareftirlit
- fíggjarætlanararbeiði
- fyrisitingarligar uppgávur saman við leiðsluni
- samstarv við Bókamiðsøluna
- uppgávur viðvíkjandi kt og dátuvernd/GDPR.
Førleikakrøv:
- skrivstovuútbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving
- royndir við fyrisiting
- kunnleiki um kt-skipanir, so sum Búskaparskipan Landsins, Skjalhald og Navision
- góður málførleiki – serliga í føroyskum, men eisini í skandinaviskum og enskum
- góður telduførleiki á brúkarastigi
- góð samstarvsevni og góður førleiki at arbeiða sjálvstøðugt.
Vit bjóða
Eitt fjølbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti bæði innanhýsis og úteftir, har tú ert við til at mynda stovnin. Nám er í menning, og sum skrivstovufólk verður tú við til at seta tín dám á hesa menning.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á tel. 555150 ella við telduposti á eydun@nam.fo.
Umsókn saman við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. desembur 2022. Umsóknin skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.
---------
Sí leinki: nam.fo