Skip to main content

Føroyakortið dagført

03.12.2020

Føroyakortið, sum Rói Højgaard teknaði fyri Nám til útgávuna ”Atlas til heim og skúla” í 2014, er nú dagført, so lidni Eysturoyartunnilin sæst á kortinum.

Kortið er í stødd 1:100 000 (120x80 cm) og fleiri enn 1700 staðarnøvn, sum Staðarnavnanevndin hevur góðkent, eru á kortinum.

Umhvørvisstovan eigur og dagførir Føroyakortið. Kortið kann takast niður í fullari stødd.

Føroyakortið, sum er til sølu, er laminerað, so skrivast kann á tað. Lamineraða kortið kann eisini brúkast sum undirlag og slitsterkur dúkur, bæði í skúla og barnagarði.

Føroyakortið er teknað í altjóða litum á sjógvi og landi, so bæði dýpdir og hæddir síggjast á sama korti.

Í komandi viku verður undirvísingartilfar um nýggju farleiðina lagt á Snar.