Skip to main content

Føroysk mállæra 3

29.03.2021

Nám gevur í hesum døgum út bókina “Føroysk mállæra 3. Ljóðlæra” eftir Hjalmar P. Petersen, professara í málvísindum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Bókin er 96 blaðsíður, og er, sum heitið sigur, um ljóð í føroyskum. Fyrst verða tey mest grundleggjandi heitini kunnað, og síðani verður farið neyvari ígjøgnum sjálv- og hjáljóð. Eisini er eitt kapittul um herðing og eitt um máltóna.

Fyrr hevur Nám givið út bøkurnar “Føroysk mállæra 1. Kyn, orðmyndan og bending” (243 bls.) og “Føroysk mállæra 2. Grunddrøg í føroyskari syntaks” (470 bls.).

Høvundurin fekk M.A. Jacobsen virðisløn fyri yrkisbókmentir 2020 fyri bd. 1 og bd. 2 við teirri grundgeving, at tær ”... eru skrivaðar við støði í nútímans almennum ástøði um mál og í føroyskari málgransking í hesi øldini. Bøkurnar geva eina góða mynd av føroyskum máli í dag og eru týðandi íkast í mállærubókmentirnar”.

Sanna A. Dahl hevur rættlisið.