Skip to main content

Við Ferð á føroyskt er rættilig ferð á

07.09.2022

Í morgin, hósdagin, kemur spildurnýggja bókaheildin Ferð á føroyskt út. Bøkurnar eru ætlaðar undirvísingini í føroyskum sum annaðmál.

Eitt annaðmál er málið, ið verður tosað í landinum, har tú býrt, men sum ikki er títt móðurmál. Av hesi orsøk hevur Ferð á føroyskt eina øðrvísi tilgongd til føroyskt, enn vit kenna frá móðurmálsundirvísingini.

Við hesi tilgongdini er Ferð á føroyskt slóðbrótandi sum fyrstu bøkurnar av sínum slagi. Bøkurnar leggja seg miðvíst eftir at byggja málsligu førleikarnar hjá næmingunum upp bæði í talu og á skrift. Samstundis og líka so týdningarmikil eru tey evni, ið eisini eyðkenna annaðmálsundirvísing. Evnini, ið verða tikin upp, leggja seg tískil eftir tørvinum hjá næmingunum mentanarliga og málsliga sum nýggj í landinum. 

Ferð á føroyskt byggir brýr ímillum forkunnleikan hjá næmingunum og tað, sum næmingarnir fara undir at  læra. Mentanarligir munir og líkleikar verða tiknir upp, og næmingarnir fáa høvi at samanbera og síggja líkleikar og munir ímillum føroyskt, móðurmálið og onnur mál. Henda tilgongdin er ein fortreyt fyri, at næmingarnir fáa sum mest burturúr.   

Bókaheildin Ferð á føroyskt fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók, Orðahefti, Ljóðfílur, Svarlista og Læraravegleiðing við nógvum eyka tilfari og uppskotum til aktivitetir. Bøkurnar venda sær til øll, sum frammanundan hava lært at lesa við latínskum bókstavum. Ongar aðrar fortreytir eru fyri at brúka tilfarið. Ferð á føroyskt kann brúkast frá 4./5. flokki og uppeftir, umframt til vaksin Bøkurnar byrja heilt frá byrjan og røkka á leið í helvt við A1, sum er fyrsta stigið eftir CEFR-stiganum.

Við bókaheildini Ferð á føroyskt koma lærarar og næmingar runt bæði í málinum og viðkomandi evnum, sum eru neyðug fyri at gerast partur av føroyska skúlanum og samfelagnum sum heild.

Útgávutiltak verður seinni í september.

Útgávuheimurin Ferð á føroyskt