Skip to main content

Nem í fjórða

23.01.2017

Nem í fjórða er komin út!

Tíðindaskriv

Onnur bókin í Nem-røðini er nú liðug og klár at taka í brúk. Nem í fjórða heldur áfram har, sum Nem í triðja slepti. Í Nem í fjórða eru nýskrivaðir tekstir og søgur og nýggjar tekningar. Harumframt eru fleiri føroysk listaverk tikin við. 

Næmingabók

Lærarabók

Í bókini eru hesi tekstsløg: Søgubrot, filmur, táttur, søga, mynd, myndasøga, bræv, endurminning, frumsøgn, ritroynd, yrkistekstur, máliskur, stuttprosa, yrking, sangur, myndabók.

Nem í fjórða er í seks pørtum, og hvør parturin leggur serligan dent á eitt ella fleiri øki í lærugreini føroyskt.

Ótrúligt leggur dent á eitt serstakt slag av frásagnum, sum skiftir millum fiktión og ikki-fiktión.

Søga mín leggur dent á myndasøgur og tekstslagið endurminning.

Endaleys vitan leggur dent á fakliga lesing og at arbeiða við heimasíðum.

Unnustur og ræðuskítar leggur støði undir at menna greinandi og skaldsligu førleikarnar hjá næmingunum.

Orðafjas leggur dent á at menna málfrøðiligu og orðalagsligu førleikarnar hjá næmingunum.

Litirnir tala leggur dent á litir, fagurfrøði og fagurfrøðiligar snildir umframt grannamálini íslendskt og norskt.

Bókaheildin fevnir um pappírsbók, fleksbók og læraravegleiðing.
Gunnvá Dam hevur lagað til og týtt úr donskum.

Fleksbókin til Nem í fjórða verður tøk í februar, tó liggur fleksparturin til Ótrúligt á snar.fo/nem4.