Skip to main content

Gunnvør endar eitt lívsverk fyri skúlan

30.09.2022

Á samkomu í dag helt Eyðun Gaard, stjóri, røðu fyri Gunnvør Poulsen, próvtøkufyrisitara, sum nú fer frá fyri aldur.

Eyðun byrjaði við at máta lívsverkið hjá Gunnvør:

- Um vit rokna 43 ár og 11 mánaðir um til dagar og frítíðin ikki er íroknað, fáa vit umleið 10.000 dagar, ið tú hevur arbeitt í Próvstovuni. Falda vit hetta við 8 tímum um dagin, fáa vit 80.000 arbeiðstímar ella 4.8 milliónir minuttir. Um vit kóka allar hesar 80.000 arbeiðstímarnar niður í eina viku, so skulu 2000 fólk til at avgreiða títt lívsverk í eina heila viku. Um vit siga, at 2000 fólk arbeiða á Landssjúkrahúsinum, so skuldu tey øll arbeitt í eina viku á 40 tímar fyri at loyst allar tínar arbeiðstímar, segði Eyðun á hátíðarløtu fyri starvsfólkum í Námi og á Próvstovuni í dag.

Gunnvør byrjaði í skúlafyrisitingini 1. november 1978. Fyri fýra árum síðan fingu bæði Gunvør og Ása Hansen, sum eisini er próvfyrisitari á Próvstovuni, medalju frá Drotningini fyri trúfasta tænastu.

Próvstovan hevur í dag ábyrgdina av próvtøkunum í hádeildini í fólkaskúlanum, landsroyndunum í fólkaskúlanum, fyri gymnasialum miðnámi, fyri yrkisnámi, próvtøkunum á Vinnuháskúlanum og Heilsuskúlanum.  

Seinastu árini hevur Gunnvør havt ábyrgdina av Vinnuháskúlanum.

- Broytingin hevur verið alstór seinastu 43 árini. Tá tú byrjaði, húsaðist Próvstovan saman við ráðgevingin hjá Landsskúlafyrisitingini í Jónas Bronksgøtu, síðani fór hon við Landsskúlafyrisitingini niðan á Falkavegin og seinni aftur við Mentamálastýrinum ella -ráðnum yvir á Hoyvíksveg 72. Her vit hava hildið til síðani ár 2000, segði Eyðun, og legði dent á trúfesti í arbeiðinum.

- Ein av teimum seinastu verkætlanunum, eg fekk teg at takast við, var at gera eina dagførda dygdarhondbók fyri Nám og Próvstovuna. Royndirnar frá tær, fyrst í fyrisiting, síðani í aðalráði tætt at politisku skipanini, og so aftur í fyrisitingini, eru dýrabarar, og eg haldi, tú hevur megnað at brúkt royndirnar konstruktivt inn í arbeiðsplássið, segði Eyðun og nevndi eisini framúr sanggávurnar.

- Vøkru songrøddina hevur hon brúkt trúliga, og saknur verður í hennara vøkru rødd til morgunsangin í gongini mikumorgnar og uppiá fríggjamorgnar.

At enda ynskti Eyðun Gunnvør og hennara alt tað besta og takkaði fyri, at hon legði sítt lívsverk í skúlaverkið og Próvstovuna.