Jákup Sibbi og tvey onnur leikrit á Snar
Árni Dahl hevur við játtan frá mentamálaráðnum staðið fyri at gera leikrit til talgildan tekst, og í samráði við Nám er avgjørt at leggja tey á Snar.
Úr keldum vita vit, at frá um leið 1780 hava leikir verið á palli í Føroyum – serliga í Havn. Fram til seinast í 1880-unum vóru allir leikirnir framførdir á donskum máli, og eingin teirra viðgjørdi føroysk viðurskifti.
Í 1889 verða fyrstu leikirnir á føroyskum framførdir. Leikpallurin var í tinghúsinum. Til hesar fyrstu sýningarnar á føroyskum máli og við evni úr Føroyum høvdu tvey fólk, ein kvinna og ein maður, skrivað hvør sín leik. Sanna Helena Patursson úr Kirkjubø (1864-1916) skrivaði skemtiliga leikin “VEÐURFØST”, og Rasmus C. Effersøe av Tvøroyri (1857-1916) skrivaði álvarsliga syrgileikin “GUNNAR HAVREKI”.
Í fyrstu atløgu er ætlanin at leggja út á Snar øll tey leikrit, sum frá 1889 til 1940 hava verið á palli í Føroyum, og sum eru prentað í dagbløðum, tíðarritum ella sum eginútgávur. Talan er bæði um upprunaskrivað leikrit og týdd.
Fyribils liggja hesi leikrit á heimasíðuni:
- GUNNAR HAVREKI. R.C. Effersøe skrivaði, 1889.
- JÁKUP Á MØN. Sigrid Niclasen skrivaði, 1890.
- HJÁ DALABÓNDUM. Danin Jens Christian Hostrup skrivaði. Upprunaheiti: EN NAT MELLEM FJELDENE, 1850. R. C. Effersøe týddi, 1890.
- MAGNUS. R.C. Effersøe skrivaði, 1892.
- BEST MAN VERA SUM ER. R.C. Effersøe skrivaði, 1895.
- VÁR. Símun av Skarði skrivaði, 1904.
- Ófriðarligar tíðir. Kristin Holm Isaksen skrivaði, 1908.
- MARITA. Hans Andrias Djurhuus skrivaði, 1908.
- ANNIKA. Hans Andrias Djurhuus skrivaði, 1917.
- HIN POLITISKI KANNUSTOYPARI. Ludvig Holberg skrivaði. Rikard Long týddi 1922.
- JEPPI Á FJALLINUM. Ludvig Holberg skrivaði. Rikard Long týddi 1922.
- EYDNULANDIÐ. Peter Falk Rønne skrivaði. Kristin Holm Isaksen týddi 1923.
- TÁ ØLL VILDU GIFTAST. Peder R. Møller skrivaði. J.H. Poulsen týddi 1925.
- TVINNI PØR. Peder R. Møller skrivaði. J.H. Poulsen týddi 1925.
- JÁKUP SIBBI. Hans Dalsgaard skrivaði 1926.
So hvørt verða onnur leikrit løgd út.