Skip to main content

Læraradagur um talgildisbúgving

09.10.2023

Í døgunum 7., 8. og 9. novembur verður læraradagur í Norðurlandahúsinum. Fyriskipari er Nám. Høvuðsevnið er talgildisbúgving.

Far til Læraradagin

Skráin er tann sama allar tríggar dagarnar. Hon er rættiliga fjølbroytt og tryggjar, at einstaki lærarin kennir seg og sínar lærugreinar aftur og fær brúkt innihaldið í degnum sum íblástur og víðari menning. Talan er um tveir høvuðsfyrilestrar, sum eru ætlaðir øllum luttakarunum, og fimm verkstovur/fyrilestrar, sum einstaki lærarin velur ímillum. Hesar verkstovur/fyrilestrar verða í tveimum umførum.

Á hesi síðuni er skráin við kunning um fyrilestrar, verkstovur og framløgur.

Vinaliga setið tykkum í samband við Nám, um spurningar ella ivamál eru. Tit kunnu ringja ella skriva beinleiðis til Dorthe Pedersen, 555175 ella dorthe@nam.fo.

Far til Læraradagin