Skip to main content

Skattarættur teldutøkur og ókeypis

25.08.2016

Útgávan Føroyskur skattarættur er dagførd og er nú ókeypis netútgáva á Snar.

Í 2010 gav Føroya Skúlabókagrunnur út bókina FØROYSKUR SKATTARÆTTUR, sum Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, skrivaði. Bókin viðger øll evni um føroyskan inntøkuskatt á einum almennum stigi eftir galdandi lóggávu og rættarvenju. Dagføringar til bókina, sum hevur verið brúkt bæði sum lærubók og handbók, hava í nøkur ár verið lagdar út á undirvísingarportalin Snar.fo. Nám hevur nú aftur í samráði við høvundin dagført bókina, sum tó ikki verður givin út aftur sum pappírsbók. Dagførda útgávan er í staðin løgd út á Snar.fo sum netbók, ókeypis hjá øllum at brúka.   

Les um útgávuna her

Far til netútgávuna