Gera film í alis og -evnafrøði
Nám hevur givið út eina nýggja undirvísingargongd, sum leggur dent á týdningin av reinum vatni til framtíðar ættarlið. Undirvísingargongdin er á fakportalinum hjá Námi og er ætlað næmingum í hádeild í alis- og evnafrøði og/ella lívfrøði, har teir læra um avbjóðingarnar við drekkivatnsveiting, bæði her heima og í øðrum londum. Ein kapittul er settur av til heimsmál 6, og tann aftasti kapittulin fevnir um fleiri ymisk vatn-verkevni, sum kunnu brúkast í øllum teimum náttúruvísindaligu lærugreinunum í fólkaskúlanum.
Tilfarið kann eisini nýtast í sambandi við árligu filmskappingina um Heimsmálini, sum Nám skipar fyri. Evnið í ár er Heimsmál 6, sum snýr seg um reint vatn og reinføri. Næmingarnir skulu framleiða ein stuttfilm, sum lýsir hetta evnið, og vinnararnir fáa 30.000 krónur. Freistin at lata filmar inn er 12. november 2024, og útvaldir filmar verða vístir í Havnar Bio týskvøldið 3. desember, tá ið vinnarin verður kunngjørdur og heiðraður. Les meira um filmskappingina her.
Við hesari nýggju undirvísingargongdini fáa vit betri innlit í týdningin av reinum vatni og burðardyggari umsiting av hesum lívsneyðuga tilfeingi. Næmingarnir fáa møguleikan at granska og skilja, hvussu vit í okkara samfelag kunnu tryggja reint vatn til øll – eitt evni, sum er avgerandi bæði í Føroyum og úti í heiminum.