Skrivstovulærlingur til Nám/Próvstovuna
Nám søkir eftir lærlingi til skrivstovuútbúgving við sergrein innan fyrisiting til setanar 1. september 2024.
Hjá okkum lærir tú at veita viðskiftafólkum góða tænastu, eins og tú lærir góðan fyrisitingarsið og aðrar fyrisitingarligar partar, ið hava við skrivstovuútbúgvingina at gera. Tú verður partur av fyrisitingini í Námi og Próvstovuni, og tú fert at arbeiða við fleiri ymiskum fyrisitingarskipanum.
Starvið
Lærumálini (uppgávurnar) eru m.a.:
- at svara fyrispurningum frá viðskiftafólkum
- at røkja móttøkuna í Námi/Próvstovuni
- at arbeiða við tekniskum skipanum, so sum Skjalhaldi, Búskaparskipan Landsins og WISEflow
- at fyriskipa fundir og skriva fundarfrágreiðingar
- at fyrireika og avgreiða útlán frá bókasavninum.
Til ber at lesa meira um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:
- dámar at tosa við og dugir væl at fara við fólki
- trívist við, at nógv ymiskt er at gera
- hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
- ert røkin og nærløgd/-lagdur
- kanst orða teg skjótt og greitt í skrift og talu á góðum føroyskum máli
- hevur royndir við at arbeiða við teldu.
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava lokið 9. flokk í fólkaskúlanum. Umsøkjarar við gymnasialum miðnámsprógvi hava tó fyrimun.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Lærlingur fær løn í skúlatíðini.
Vit bjóða
Eitt fjølbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti bæði innanhýsis og úteftir, har tú ert við til at mynda stovnin. Nám er í menning, og sum skrivstovufólk verður tú við til at seta tín dám á hesa menning.
Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á tel. 555150 ella við telduposti á eydun@nam.fo.
Umsókn saman við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 16. juni 2024. Umsóknin skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.
Nám er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 29 starvsfólk. Próvstovan er partur av Námi, og har arbeiða 7 fólk.