Skip to main content

Spennandi kvæðastevna fyri næmingar í miðdeild

26.01.2023

(Tíðindaskriv) 15. februar 2023 verður høvi hjá næmingum úr øllum Føroyum, at savnast um ein av okkara dýrastu mentanararvum, nevniliga kvæðini. Endamálið við tiltakinum er at stuðla kvæðaundirvísingina í miðdeild í føroyska fólkaskúlanum.

Kvæðastevnan verður í Norðurlandahúsinum, og koma luttakararnir at uppliva søgurnar handan kvæðini, dansispøl, kvæðaspøl og sjálvandi fara vit eisini upp á gólv.

Vit enda við einum braki, har Hamradun fara at framføra nøkur av sínum vældámdu løgum av kvæðauppruna.

Kvæðini, ið verða kvøðin til kvæðastevnuna, eru: Sigmundskvæði yngra, Ólavur Riddararós og Sinklars vísa. Umframt tí vera vanligu barnavísurnar: Veturin kom, Burtur á heiði, Øskudólgur og sópingarkona, Kall og svein ungi og aðrir barnasangir.

Áhugin fyri kvæðastevnuni má sigast at vera stórur. Stevnan er fullteknað við fleiri enn 400 næmingum, umframt at fleiri enn 100 standa á bíðilista.  

Í samband við kvæðastevnuna fyri næmingarnar, hevur eisini verið kvæðahugni fyri lærarar, har luttakarar fingu útflýggjað undirvísingartilfar, ið er gjørt til kvæðastevnuna, umframt at teir fingu møguleikan at royna sumt av tilfarinum. Um 50 lærarar luttóku á kvæðahugnanum, og var hetta eitt sera væleydnað og hugnaligt kvøld.

Kvæðastevnan er stuðlað av Norðurlandahúsinum, Bakkafrost, BankNordik, Mentanargrunni Landsins, MBM, Sláið Ring, Føroya Lærarafelagið og SMS.