Skip to main content

Tað nýggja Atlantis

Vísindaskaldskapur

Høvundur :

Hanus Kamban,

Price :

<p>200.00 kr.&nbsp;</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/4409/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna&nbsp;</a></p>

Tað nýggja Atlantis er úrval av vísindaskaldskapí (science fiction) á føroyskum.

Í savninum eru 15 stuttsøgur eftir høvundar sum Ray Bradbury, Isaac Bashevis Singer,

H. G. Wells, Graham Green o.a. Tær flestu stuttsøgurnar eru týddar fyri stuttum, og tær, ið hava verið umsettar fyrr, eru her í nýggjari týðing. Aftast er drúgva grein um vísindaskaldskap frá 1816-1975, eisini við føroyskum tilsipingum.

Hanus Kamban hevur til hesa bók skrivað drúgva grein um vísindaskaldskap frá 1816-1975, sum er prentað aftast í savninum. Har verða rithøvundar og verk teirra lýst og sett í bókmentaligt og vísindaligt tíðarhøpi. Á greinini verður eisini greitt frá tekstasløgunum furðu (fantastikkur) og sveim. Bókin er tí væl egnað til undirvísing í miðnámsskúlunum.
Vit liva í eini tíð, har vit nærum hvønn dag uppliva stór tøknilig framstig. Áhugavert er tí at lesa stuttsøgur, har kendir rithøvundar longu tíðliga í 19. øld lýstu verk, ið menniskjan framdi við sínum hugflogi og síni neyvu vitan um náttúrufrøði og tøkni. Ofta má lesarin ásanna, at vísindaskaldskapurin ikki altíð er veruleikafjarur.

Tað nýggja Atlantis
Tað nýggja Atlantis
  • 200.00 kr. 

    Keyp útgávuna