Útgávuyvirlit
The Entrance
The Entrance er ætlað sum byrjanarbók í enskum í studentaskúla og HF. Bókin hevur stuttar yrkistekstir um áhugaverd evni og stuttsøgur, ið kunnu fremja bæði vanliga samrøðu og bókmentaliga…
Søgan um smágentuna Torbjørg, sum so fegin vil hava eina kúgv, men hon veit ikki, hvaðani hon skal fáa hana. Kári, vinmaður hennara, heldur, at ein gravkúgv er nógv betri. Bóklingurin kann nýtast…
Ein roynd at lýsa Føroya kirkjusøgu frá elstu tíðum og fram í 20. øld. Bókin er skipað soleiðis, at tíðarskeiðið undan trúbótini fyrst verður viðgjørt, síðani verður trúbótin og tíðin eftir hana…
Um Bíbliu okkara er handbók, sum gevur frágreiðing um allar bøkurnar í Bíbliuni, bæði í Gamla Testamenti og í Nýggja Testamenti. Bergur Debes Joensen hevur skrivað partin um føroyskar…
Í hesi frágreiðing verða fíggjarviðurskiftini lýst út frá skattaskrásetingum fyri árini 1989 og 1993. 1989 var árið, har allar lønarútgjaldingarnar tilsamans vóru í hæddini. Ein samanbering millum…
Um livikor føroyinga
Jens Petur Gaard og Edvard Olsen hava lagt arbeiðsheftið til framhaldsdeildina til rættis. Víst verður á, at sambært lesiætlan fólkaskúlans er ein tílík livikorskanning gott og viðkomandi tilfar í…
Um livikor føroyinga
Endamálið við at gera arbeiðsspurningar til frágreiðingina Um livikor føroyinga er m.a. hetta: - at næmingar og onnur áhugað fáa eina tilvitan um, hvussu livikorini við støði í inntøkuviðurskiftum…
Ung orð 1
Úrvalið, ið er brot úr nýggjari føroyskum skaldskapi, bæði í bundnum og í óbundnum máli, er ætlað til nýtslu í framhaldsdeildini og annars øllum, ið hava áhuga fyri føroyskum bókmentum. Bókin er…
Søgn úr Mykinesi. Hvørja jólanátt dansaðu trøllini í Mykinesi í einum húsum á Skálavøllum. Trøllini áttu eina mettu, eina strámottu, sum mykinesmenn fegnir vildu hava. Ein maður tordi at fara.…
Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá egginum, og hvat ið hendir innan í tí, frá tí at tað er vorpið, og til ungi kemur úr. Bókin hóskar væl til evnislesnað.
Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti,…
Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti,…
Fyrsti klassikari í røðini Snípu, ið er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Á bókini er úrval av tekstum eftir Sverra Patursson, sum var ein hin fyrsti, ið fór at…
Í heftinum eru arbeiðsuppgávur til søgusavnið Ábal og aðrar søgur, ið er eitt úrval av tekstum eftir Sverra Patursson. Ábal og aðrar søgur er ætlað elstu flokkum…





























