Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Nem í sætta - Lærarabók

Læraravegleiðingin til Nem í sætta er býtt í tveir partar, Vegleiðing um føroyskt og Vegleiðing til partarnar.

Í Vegleiðing…

Nem í sætta - Næmingabók
Nem í sætta - Næmingabók

Bókin er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:

  • At spegla sær leggur dent á tekstir, sum snúgva seg um at síggja seg sjálva/n úr ymiskum…
Evropa - Laminerað veggjakort

Veggjakortið ”Evropa” (Nám 2021) er eitt hæddarkort, sum er í  stødd 1:5 000 000 (113 x 93 cm). Kortið er umsett úr enskum.

Eins og heimskortið hjá Námi, ”Heimurin”, er Evropakortið…

Søgur um ull

Søgur um ull tvinnar søguna um føroysku ullarmentanina saman við altjóða ullarmentan og gevur innlit í tann leiklut, ullin hevur havt mentanarliga, samfelagsliga og…

HetjaFO

Ætlanin við tilfarinum HetjaFO er at geva næmingunum ástøðiliga og empiriska vitan um sálarfrøðiligar faktorar, sum ávirka, hvussu vit bera okkum at ímóti hvørjum øðrum. Bæði tá ið vit fremja…

Føroysk mállæra 3

Henda bókin er triðja bind í røðini Føroysk mállæra 1-3, har fyrsta bind er um kyn, orðmyndan og bending, og annað bind um syntaks. Bókin er sett fram soleiðis, at tað ikki er…

Uppskriftir í handarbeiði

PDF-skjøl við uppskriftum í handarbeiði. M.a. kanst tú binda ein bólt, gera ein breyðserviett, brodera eitt bókamerki og gera eina sloyfu.

Støddfrøðihjálpin Rasmus

Netforritið er lagað til innskúling, miðdeild og framhaldsdeild í fólkaskúlanum, men kann eisini verða brúkt í miðnámi. Forritið kann verða brúkt bæði í skúlanum og heima við…

Videonám

Netútgáva
Videonám

Videonám er ein síða har undirvísingarfilmar hjá Námi savnaðir í einum spælilista. Í vinstra bredda eru beinleiðis leinkjur til spælilistarnar í ymsu lærugreinunum á…

Nótakoyrikort 1

Nótaoyrikortið miðjar ímóti: at næmingar læra hvussu nótaskipanin er uppbygd, hvussu nótarnir eita, hvar teir liggja á nótalinjum, á klaverinum í G-lykil og í F-lykil.

Í frálæruni verður…

Myndaorðabók

MYNDAORÐABÓKIN er ætlað børnum, ungum og vaksnum við ymiskum fortreytum. Teir ymisku partarnir í forritinum styrkja um førleikarnar innan mál og KT.

Í myndaorðabókini ber til at arbeiða…

Lexin - Myndatema

Samvirkin netútgáva
Lexin - Myndatema

Lexin myndatema er fleirmálsligt netforrit við samvirknum ljóð- og myndaorðabókatilfari, sum er ætlað at stuðla undir innlæringina í føroyskum hjá fólki við øðrum móðurmáli.

Lexin er…

Hey Ruby - Ævintýr í kotum

Forritarin Linda Luikas hevur skrivað eina røð av barnabókum um smágentuna Ruby, sum fer á ævintýrferð í gandakendu tøknini.

At skilja tøknina ígjøgnum spæl, hugflog og skapandi menning er…

Desibella og stutta røddin

Isabella dámar so væl at tosa hart, at øll kalla hana Desibella. Í bókini lærir Isabella at brúka rætta ræddarstyrki til rætt høvi. Talan er um 5 ræddastyrkir, stutta rødd, teskirødd, prátirødd,…

Muðurin er eitt gosfjall

Í bókini lærir Levi at hava tamarhald á sínum tonkum og orðum og ikki at bróta av og órógva.

Muðurin er eitt gosfjall fæst á ein innlivandi hátt við óvanan at bróta av, og børnini…

Stóra tabell

Plakat við stóru tabell

Lítla tabell

Plakat við lítlu tabell

Týskt mállæruhjól

Týska Mállæruhjólið er ætlað øllum næmingum, sum læra týskt

Útgávan er eitt trífaldað hjól. Ætlanin við útgávuni er at geva næmingum upplýsingar um týska mállæru at hava við hondina.…

Myndlist til øll

Hetta er ein avritabók.

Tilfarið er hugsað sum ískoytistilfar til einstaka næmingin, men uppgávurnar kunnu lættliga verða nýttar sum upprit til undirvísingina ella sum beinleiðis…

Myndlistabókin

Myndlistabókin er ætlað sum íblástur til lærarar, sum undirvísa í myndlist í miðdeild. Bókin inniheldur ymisk hugskot til undirvísing í myndlist í miðdeildini, hóast nøkur av hugskotunum kunnu…

Rokning 6 - Hálvársroynd og heilársroynd

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 6 - Hálvársroynd og heilársroynd

Rokning 6 er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

<hr&hellip;

Rokning 6 - Uppgávubók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 6 - Uppgávubók

Uppgávubók til Rokning 6, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í fólkaskúlanum. Uppgávubókin er skipað eftir evnum við somu kapitlum sum grundbøkurnar. Til hvønn kapittul í…

Rokning 6a - Grundbók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 6a - Grundbók

Rokning 6a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

<hr&hellip;

Rokning 6a - Javnbók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 6a - Javnbók

Rokning 6a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

<hr&hellip;

Rokning 6a - Lærarabók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 6a - Lærarabók

Rokning 6a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

<hr&hellip;

Rokning 6b - Grundbók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 6b - Grundbók

Rokning 6b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

<hr&hellip;

Rokning 6b - Javnbók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 6b - Javnbók

Rokning 6b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

<hr&hellip;

Rokning 6b - Lærarabók

Støddfrøði til fólkaskúlan
Rokning 6b - Lærarabók

Rokning 6b er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 6. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.

<hr&hellip;

Tú ert hetja mín!

Hvussu børn kunnu berjast ímóti covid-19
Tú ert hetja mín!

Málbólkur: børn 6-11 ár

“Tú ert hetja mín” er ein søga fyri børn í øllum heiminum, sum eru ávirkað av COVID-19 farsóttini.

Foreldur, umsorganarfólk ella lærarar eiga at lesa bókina…

Sýni & Dýpi 3

Sýni & Dýpi 3 er triðja sBókaheild av trimum til lærugreinina føroyskt á miðnámi og er ætlað 3. ári í 3 ára A-stigi. Sýni og Dýpi 3 er upprunaliga givin út sum sBók, og alt, sum er í sBókini,…

  • Vanda tær um málið 3
    Vanda tær um málið 3

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Arbeiðsbók við venjingum í føroyskari mállæru, sum…

  • Villini súgdjór í útnorðri
    Villini súgdjór í útnorðri

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Bókin er á høgum fakligum støði, og tilfarið er…

  • Trøllini á Skálavøllum
    Trøllini á Skálavøllum

    Søgn úr Mykinesi. Hvørja jólanátt dansaðu trøllini í Mykinesi í einum húsum á Skálavøllum. Trøllini áttu eina mettu, eina strámottu, sum mykinesmenn fegnir vildu hava. Ein maður tordi at fara. Bóklingurin kann nýtast í frílesingini, sum lesiskeið og til evnislesnað.…

  • Ungi er í egginum
    Ungi er í egginum

    Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá egginum, og hvat ið hendir innan í tí, frá tí at tað er vorpið, og til ungi kemur úr. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1
    Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1

    Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti, Sálmabók Føroya Kirkju við teksti og Bíbliukortabókina við hondina. Aftast í…

  • Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2
    Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 2

    Einnýtisheftini Vit arbeiða við Nýggja Testamenti 1 og 2 eru ætlað sum ískoyti til undirvísingina í kristni. Arbeitt verður við evangeliunum og Ápostlasøguni. Neyðugt er at hava Nýggja Testamenti, Sálmabók Føroya Kirkju við teksti og Bíbliukortabókina við hondina. Aftast í…

  • Vit práta og tekna 1
    Vit práta og tekna 1

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er ein nýggj og nakað broytt útgáva. Bókin er…

  • Vit práta og tekna 2
    Vit práta og tekna 2

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Vit práta og tekna 2 er komin út í nýggjum og…

  • Vit práta og tekna 3
    Vit práta og tekna 3

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Einnýtisbøkurnar Vit práta og tekna 1-3 eru ætlaðar…

  • Vit práta og tekna 1-2-3
    Vit práta og tekna 1-2-3

     Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

    Hetta er arbeiðsbók til Vit práta og tekna…

  • Ábal og aðrar søgur
    Ábal og aðrar søgur

    Fyrsti klassikari í røðini Snípu, ið er bókarøð, sum lesinámsfrøðiliga verður flokkað eftir torleikastigi. Á bókini er úrval av tekstum eftir Sverra Patursson, sum var ein hin fyrsti, ið fór at skriva stuttsøgur á føroyskum máli. Ábal og aðrar stuttsøgur er um vinarlag,…

  • Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti
    Ábal og aðrar søgur. Arbeiðshefti

    Í heftinum eru arbeiðsuppgávur til søgusavnið Ábal og aðrar søgur, ið er eitt úrval av tekstum eftir Sverra Patursson. Ábal og aðrar søgur er ætlað elstu flokkum fólkaskúlans.

    Arbeiðsheftið er skipað soleiðis, at fyrst koma spurningar til hvørja søgu sær.…

  • Alibaba
    Alibaba

    Alibaba

    - ævintýr úr 1001 nátt

    Ein dagin Alibaba arbeiddi í skóginum, sá hann 40 ránsmenn steðga við ein steyrrættan hamara og rópa: - Sesam, Sesam, lat teg upp! Og bergið læt seg upp. Bókin kann nýtast bæði í føroyskum og til evnisarbeiði um t. d. ævintýr.

  • Bolivia
    Bolivia

    Bóklingur var givin út í sambandi við dagsverkið 4. apríl 1990, men kann eisini nýtast í øðrum sambandi. Á bóklinginum verður greitt frá dagsverkstiltakinum, og í stuttum verður boliviska samfelagið í dag lýst, umframt partar av søguni. Sjónbandið Taepo - eitt dagsverk -…

  • Ein skúladagur í K.
    Ein skúladagur í K.

    Ein skúladagur í K.

    Føroyskar skemtisøgur

    Hetta er savn við 23 skemtisøgum eftir 14 føroyskar høvundar, frá M.A. Winther til Oddvør Johansen. Í innganginum greiðir Jógvan Isaksen frá føroyskari skemtisøguskriving, hvussu hon er broytt og hví.

  • Ein genta úr gamla Kina
    Ein genta úr gamla Kina

    Hetta er ein fitt søga fyri smábørn ætlað til framíhjálesing. Innihaldið er frá einari kristnari familju í Kina undan kollveltingini 1949. Bókin er eisini væl egnað til evnislesnað.

  • Eitt dukkuheim
    Eitt dukkuheim

    Eitt dukkuheim

    Sjónleikur í trimum pørtum

    Sjónleikurin snýr seg um rættin hjá menniskjum at liva sítt egna lív uttan at vera bundin av gomlum reglum og vanahugsanum.

  • At taka dagar ímillum
    At taka dagar ímillum

    At taka dagar ímillum

    Um at ummæla og eitt úrval av ummælum

    Bókin er ætlað sum ein stuðul í bókmentaundirvísingini. Fyrst er ein lýsing av tí at ummæla og seinni er eitt úrval av ummælum. Ummælisparturin er trýbýttur: ummæli av føroyskum bókmentum, av bókmentum týddar til føroyskt og av yrkisbókmentum.

  • Føroya jarðfrøði
    Føroya jarðfrøði

    Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum, kolalind, gosmyrju, miðfláum, ovastu basaltfláum og innskotum við gongum, óregluligum…

  • Lærið íslendskt 1
    Lærið íslendskt 1

    Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

  • Lærið íslendskt 2
    Lærið íslendskt 2

    Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

  • Lærið íslendskt
    Lærið íslendskt

    Lærið íslendskt 1 og 2 og tilhoyrandi ljóðband eru ætlað teimum hægru skúlastigunum og fólki alment, sum vil læra íslendskt.

  • Óli og Anna
    Óli og Anna

    Óli og Anna

    Lætt lesing 1

    Søgan er um Óla, sum er 5 ár, og Onnu, sum er 3 ár. Ein dagin lata tey hurðina upp í einum býfluguhúsi. Heftini eru løtt at lesa, reglurnar eru stuttar, og ring orð eru býtt sundur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Ansa tær, lítla mús
    Ansa tær, lítla mús

    Søgan um músina, sum fegin vildi hava korn at eta, og um kettuna, sum fegin vildi eta músina, men so kom hundurin. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Kettan, sum hvarv
    Kettan, sum hvarv

    Kettan, sum hvarv

    Lætt lesing 3

    Elsa og Høgni eiga eina kettu, sum er hervilig at rýma. Ein dagin, tey fara útferð, finna tey hana ikki, fyrr enn tey eru í bussinum Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Tríggir firvaldar fóru á flog
    Tríggir firvaldar fóru á flog

    Søgan er um ein hvítan, ein bláan og ein reyðan firvald, sum fara at leita sær eftir hunangi. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Tann lítli murturin, sum vildi spæla
    Tann lítli murturin, sum vildi spæla

    Søgan er um ein lítlan murt, sum ongan finnur at spæla við. Við eitt sær hann tvey bein, og tey eigur ein drongur, sum ætlar sær at fanga murtar. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Ein kaka og ein drongur
    Ein kaka og ein drongur

    Søgan um eina kaku, og hvaðani alt tað, sum verður koyrt í deiggið, kemur. Ljóðband fæst á Landsmiðstøðini.

  • Luthers Katekismus
    Luthers Katekismus

    Bókin er skipað í 5 partar: Boðini, Trúgvin, Faðir vár, Dópsins sakramenti og Altarsins sakramenti. Í bókini eru frágreiðingar, viðmerkingar og tilvísanir til skriftstøð. Lagt til rættis: Johs. Andr. Næs.

  • Lesibók til 8. skúlaár
    Lesibók til 8. skúlaár

    Í bókini eru yrkingar, stuttsøgur, kvæði, sagnir, siðsøgulig brot o.a. Bókin er skipað í hesar partar: Við tøkk fyri ljós og dag, Vælsignaður av stjørnum, Børn vóru tey so ung, Gev ljóð mín glaða sál, Tá eg var ungur, eg var so spurin, Í náttúrunnar stóru kirkju, Eg sat mær á…