Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Heystsuita

Høvundur :

Olav Schneider,

(Bókadeild Føroya Lærarafelags) Forkunnug og sera snotulig fotobók. Heystsuita er ein bók við fotomyndum um slakt í Føroyum, frá rakstri til rullupylsu. Hetta er fyrst og fremst ein søga í myndum við smáum tekstabrotum og yrkingum, sum fyri ein stóran part er søgd úr barnsins sjónarhorni: hvat síggja barnaeygu, hvussu taka tey lut í hesum serliga universi, og hvat gera tey saman við teimum vaksnu.

Í bókini er hópur av vøkrum huglagsmyndum, sum lýsa, hvussu henda siðbundna mentanin verður løgd niður í børnini og tey ungu, ið fara at taka við. Karmur um myndirnar eru tvær yrkingar. Bókin er býtt í brot: Av fjalli í bóndans garð, Teir svæva, Teir tumma, Teir opa og taka innanúr, Vambakonur, Í løtum, Seyðarhøvd og Tey gera rullupylsu. Aftast er samandráttur á donskum og enskum. Olav Schneider arbeiðir við klassiskari fotodokumentasjón og hevur seinastu árini havt fleiri framsýningar. Yrkingarnar og tekstabrotini eru eftir Sonju Schneider. Hon hevur skrivað og týtt barna- og ungdómsbøkur. Myndirnar eru tiknar á ymsum bóndagørðum í Kaldbak, Kaldbaksbotni og á Sundi.

Heystsuita
Heystsuita