Skip to main content

Á veg í barnagarð

Anna Lisa, Ári og Klæni í ferðsluni

Høvundur :

Jón Ármann Steinsson,

Price :

<p>40.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/4612/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Bókin er um tey bæði Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er ein rúmdarmaður. Tey trý fara at læra barnið ferðslureglurnar saman. Ætlanin við bókini er, at barnið skal læra at ansa sær í ferðsluni og at birta í kjak millum foreldur og barn um evnið. Á bókini verður eisini staðfest, at tað er ikki nóg mikið at sita við hús og læra um ferðslu við at lesa, barnið má eisini gera sínar egnu royndir úti í ferðsluni. Børn læra jú best av at royna sjálvi. Aftast í bókini eru leiðbeiningar til foreldur.

Á veg í barnagarð er eitt úrslit av virkseminum í Ferðsluringi Barnanna, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd setti á stovn í 1984. Síðani hevur staðið øllum børnum í boði at fáa tilfar um ferðslu og ferðslutrygd. Á veg í barnagarð er liður í einum framhaldandi útgávusamstarvi millum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Føroya Skúlabókagrunn. Katarina Nolsøe hevur týtt úr íslendskum eftir Á leið í leikskóla eftir Jón Ármann Steinsson og Jón Hámund Marinósson.

Á veg í barnagarð
Á veg í barnagarð
  • 40.00 kr.

    Keyp útgávuna