Skip to main content

Føroya náttúra. Undirvísingartilfar

til lívfrøði í miðnámsskúlanum

Høvundur :

Magnus Gaard,

Price :

<p>138.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/5587/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Hetta tilfarið er hugsað sum undirvísingartilfar til grundbókina Føroya Náttúra - lívfrøðiligt margfeldi. Hóast bókin Føroya Náttúra fyrst og fremst er ein bók, ið er ætlað til at lýsa Føroya náttúru fyri einum breiðum lesaraskara, so hevur tað frá byrjan verið ætlanin, at hon eisini skuldi vera ein undirvísingarbók.

Teksturin í bókini er ein lýsing av Føroya náttúru og Føroya náttúrusøgu. Fyri betur at kunna lýsa ymisk fyribrigdi í náttúruni er ymiskt fakligt tilfar um ymsar táttir í lívfrøðini í kassum í grundbókini. Hetta tilfarið er vónandi vælegnað í frálæruni í lívfrøði í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum. Um lívfrøðiligt margfeldi verður tikið upp sum stakevni, so er tað eisini vælegnað í frálæruni í lívfrøði á miðnámsskúlanum.

Í bókini Føroya Náttúra er tilfarið um t.d. arva- og kyknulæru ikki so umfatandi sum í einari lærubók um lívfrøði. Við hesum ískoytistilfarinum er ætlanin at bøta um hetta. Farið verður meira grundleggjandi til verka. Tilfarið verður útbygt við meira lívfrøði, og harumframt eru venjingar og uppgávur. Alt hetta verður gjørt, samstundis sum vit ætla at varðveita sambandið við lýsingina av Føroya náttúru.

Umframt kassarnir, so er ein mongd av kortum, strikumyndum og talvum í bókini, ið eisini eru hóskilig at nýta í einum og hvørjum undirvísingarsamanhangi. Uppgávur, venjingar og fakligt tilfar í hesum undirvísingartilfarinum skal, so vítt sum til ber taka støði í tilfari úr bókini.

Føroya náttúra. Undirvísingartilfar
Føroya náttúra. Undirvísingartilfar
  • 138.00 kr.

    Keyp útgávuna