Skip to main content

Føroya søga 3

Frá kongligum einahandli til embætisveldi

Høvundur :

Hans Jacob Debes,

Price :

<p>0.00 kr.</p> <p>Keyp útgávuna</p>

Á hesum bindi verður roynt at binda træðrirnar aftur til fyrsta og annað bind. Byrjað verður við einum broyttum samfelagsstøði eftir Gablatíðina. Teir seinastu kapitlarnir eru um tey politisku viðurskiftini: skilnaðin frá Noregi í 1814, avtøkuna av øllum fornum politiskum stovnum, so sum Føroya aldagamla løgtingi, løgrættumannaskipanini og løgmansembætinum, og at Føroyar verða gjørdar til eitt danskt amt, stýrt av donskum embætismonnum. Aftast í bókini eru keldur og bókmentir og leitorð til bindini 1-3. Eins og í fyrsta og øðrum bindi er eisini í hesum bindinum hópur av myndum, nógvar í litum.

Greitt verður frá kongliga einahandlinum frá 1709, frá hugsanunum aftanfyri, frá handilsskipanini, vøruframleiðslu, útflutningi og innflutningi, sølu av føroyskum vørum uttanlands og frá øllum týðandi pørtum av búskaparskipanini. Nomið verður við Vágsbotnstíðina, og greitt verður frá neyð og ófriði. Á hesum sambandi slepst ikki undan at greiða frá framburðsmanninum Nólsoyar-Pálli og virksemi hansara í stutta æviskeiðinum, sum endaði á havinum og bert var komið í helvt. Eisini verða tikin fram týðandi samfelagsmál sum mentan og upplýsing eftir siðaskiftið. Latínskúlan úti á Reyni í Havn, har ið føroyskir dreingir lærdu t.d. latín, grikskt og hebraiskt, verður viðgjørdur. Nevnd og lýst verða ritverk um Føroyar. Álop frá fremmandum skipum og turkiskum sjórænarum og verjutiltøk ímóti ágangi verða umrødd. Spurningurin um sjómark og havrætt verður tikin fram. Viðgjørd verða jørð og ognarviðurskifti, støða teirra fátæku og bond og skyldur, sum vóru løgd á tey, og søgan um tey spitølsku á Argjum.

Føroya søga 3
Føroya søga 3
  • 0.00 kr.

    Keyp útgávuna