Skip to main content

Kom og telva 1

Uppgávuhefti

Høvundur :

Helgi Dam Ziska,

Price :

<p>68.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/8544/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Kom og telva er talvlærutilfar á grundstigi. Bókaheildin, sum fevnir um eina grundbók og tvey uppgávuhefti, er ætlað til undirvísing í fólkaskúlum og talvfeløgum – men er eisini væl egnað til sjálvlæru heima við hús. Grundbókin er býtt upp í 40 frálærutímar. Fyrstu 15 tímarnir venda sær til óroynda telvaran við frágreiðingum um grundreglurnar í talvspælinum. Sum tímarnir líða, verður innihaldið tó stigvíst meira avbjóðandi. Næmingurin lærir, hvussu hann eigur at byrja eitt talv, hvussu hann setir eitt álop í verk, og hvussu hann fremur skák og mát fleiri leikir fram. Kom og telva er so statt talvlæra til bæði byrjaran og tann roynda talvnæmingin. Uppgávur hoyra til á leið helvtina av frálærutímunum. Hesar skulu verða loystar í uppgávuheftunum – Kom og telva I (s. 1-52) og Kom og telva II (s. 53-106). Svarlisti til uppgávurnar er í grundbókini. Bókin fæst til keyps á Bókamiðsøluni og í bókahandlunum. Bókin kostar 68,- kr.
Kom og telva 1
Kom og telva 1
  • 68.00 kr.

    Keyp útgávuna