Skip to main content

Náttúra og tøkni 2 - Arbeiðsbók

Høvundur :

Sólgerð Andreassen,

Price :

<p>78.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/3511/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Arbeiðsbókin til náttúru og tøkni í 5. flokki er ein nýggj utgáva, har nakrar av uppgávunum í arbeiðsbókini frá 2001 eru tiknar við, tær eru tó í flestu førum broyttar eitt sindur. Sólgerð Andreassen hevur gjørt nýggju uppgávurnar og mest sum allar tekningarnar í nýggju bókini. Evnini í arbeiðsbókini fylgja evnunum í næmingabókini, men uppgávurnar eru ikki gjørdar beinleiðis til næmingabókina. Í arbeiðsbókini eru 52 arbeiðsuppgávur, har næmingarnir sjálvir kunnu kanna, eygleiða, gera ymiskar royndir og soleiðis fáa størri innlit í lívsgrundarlagið hjá plantum, djórum og menniskjum, umframt innlit í samspælið millum menniskju og náttúru. Til ber at skriva kanningarúrslit beinleiðis í arbeiðsbókina. Janus Dam Guttesen hevur teknað permuna.
Náttúra og tøkni 2 - Arbeiðsbók
Náttúra og tøkni 2 - Arbeiðsbók
  • 78.00 kr.

    Keyp útgávuna