Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Tað eru tvær mannagongdir at rita inn á unilogin við skulin.fo-brúkaranum. Hesar síggjast á myndunum niðanfyri.  Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndirnar betri: Unilogin - innritan

i-bøkur - Yvirlit

Prikkut vár - Skrivibók
Prikkut vár - Skrivibók

Til bókina Prikkut vár hoyrir eisini fjølbroytt skrivibók, har arbeitt verður víðari við tí, sum er í lesibókini. Loysnir til gátur og annað er at finna í svarlistanum.

Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók

Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við,…

Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók
Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók

Lærarabók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í lærarabókini er inngangur um undirvísingina í lærugreinini sum heild, og greitt verður frá mongu møguleikunum í nýggja tilfarinum.…

Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók
Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók

Arbeiðsbók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í arbeiðsbókini eru royndir og uppgávur til næmingar at loysa. Góðar tekningar og frágreiðingar lýsa mannagongdirnar.

Amboð til…

Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók

Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk. Hetta er onnur bókin í røðini. Fyrsta bókin kom í 1999, og triðja og seinasta bókin kom í august 2006.

Við støði í heimligu náttúruni skulu…

Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók

Undirvísingin í náttúru og tøkni tekur støði í landafrøðiligu, alis-/evnafrøðiligu og lívfrøðiligu umstøðunum í heimstaðnum, í Føroyum og umheiminum. Næmingarnir skulu læra um tøkniligu…

  • Landafrøði 2
    Landafrøði 2

    Landafrøði 2 viðger mentan og samfelag; hvussu menniskju brúka og broyta jørðina. Bókin er í seks pørtum: Heimsins fólk, Jørð, matur og landslag, Býir, Vinnulív í heiminum, Orka, og at enda Landafrøði og politikkur.

    Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum…

  • Landafrøði 3
    Landafrøði 3

    Landafrøði 3 viðger heimspartarnar  í seks pørtum: Evropa, Asia, Afrika, Norðuramerika, Suðuramerika og Osiania.

    Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum ókeypis kann takast niður <a&hellip;

  • Landafrøði 1

    Landafrøði 1 viðger náttúrulandafrøði í fýra pørtum: Jørðina og kortini, Jarðarskorpuna, Veðurlag og vøkstur og Vatnið á jørðini. 

    Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum ókeypis kann takast niður <a&hellip;

  • Pit Stop #5 - Topic Book
    Pit Stop #5 - Topic Book

    Tekstasavnið eitur Topic Book og verður altíð brúkt eftir leiðbeining úr Task Book.

    Savnið er skipað í 6-7 eftir einum føstum leisti, t.v.s. tey verða lýst úr ymiskum sjónarhornum ígjøgnum eitt úrval av tekstum umboðandi ymisk tekstasløg. Hesi eru aftur býtt upp í “Basic…

  • Pit Stop #5 - Task Book
    Pit Stop #5 - Task Book

    Task Book er høvuðsbókin við fjølbroyttum uppgávum umboðandi ymiskar læruhættir. Hon vegleiðir samstundis, hvussu tú brúkar Topic Book. Summar uppgávur eru kravdar, aðrar eru valfríar. Aftast er ein mállærupartur umframt vegleiðing í at seta sær mál og at eftirmeta. Uppgávubókin…

  • Pit Stop #5 - Teacher's Guide
    Pit Stop #5 - Teacher's Guide

    Teacher’s Guide og er í tveimum. Onnur hevur undirheiti Educational Intentions og fevnir um nýtsluleiðbeining umframt ymiska teoretiska upplýsing. T.d. leggur “Comments and Answers to Selected Tasks” stig fyri stig lag á undirvísingina við ymiskum hugskotum og svarlista um…

  • Les 1 - Teldutøk lærarabók
    Les 1 - Teldutøk lærarabók

    Les 1 - Teldutøk lærarabók

    Lærarabók til framhaldsdeild

    Teldutøk lærarabók til Les 1. Tekstasavn til framhaldsdeild. Lydia Didriksen hevur skrivað og lagt til rættis.



















     

  • Hervør og Høgni - Lærarabók
    Hervør og Høgni - Lærarabók

    Í lærarabókini eru gjøgnumgongd og hugskot til allar síðurnar í lesibókini. Har eru eisini svarlisti til arbeiðsbøkurnar, frágreiðing um kassaorð og avritssíður.

  • Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 2
    Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 2

    Arbeiðsbók 2 hoyrir til tekstpartin (seinna part) av lesibókini. Uppgávur eru í arbeiðsbókini til allar søgur og sangir í lesibókini, og ætlanin við uppgávunum er at knýta saman lesingina, skrivingina og fatanina av tí lisna. Gjøgnumgongd av uppgávunum og svarlisti er í…

  • Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 1
    Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 1

    Arbeiðsbók 1 hoyrir til ljóðpartin (fyrra part) av lesibókini. Ein opna er í arbeiðsbókini til hvørja síðu í lesibókini, og uppgávurnar 1, 3 og 4 eru eftir sama leisti til allar bókstavasíðurnar. Gjøgnumgongd av uppgávunum og svarlisti er í lærarabókini.

  • Kristni 9 - Lærarabók
    Kristni 9 - Lærarabók

    Lærarabók til Kristni 9. Lærarabókini hevur eins og næmingabókin 14 kapitlar við ymiskum evnum. Í lærarabókini til 9. flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við kapitlinum.

    Fremst í lærarabókini eru frágreiðingar til…

  • Súlubók - Ein lítil mús
    Súlubók - Ein lítil mús

    Súlubók - Ein lítil mús

    Súlubók við lixi

    Ein lítil mús er ein fitt bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Ein lítil mús hevur lixtalið 7,3.  

    Hon er ein partur av Súluheildini, og er fjórða av seks súlubókum við lixi. 

  • Kristni 5 - Arbeiðsbók
    Kristni 5 - Arbeiðsbók

    Um útgávuna: Arbeiðsbókin kann verða brúkt hvønn tíma í kristnikunnleika. Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at næmingarnir kunnu arbeiða sjálvstøðugt. Men gott er, um arbeiðið hjá næmingunum av og á verður eftirmett.

  • Kristni 6 - Næmingabók
    Kristni 6 - Næmingabók

    Kristni 6 er bókaheild til undirvísingina í 6. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo. Í næmingabókini eru 14 kapitlar, ið fevna um tey fimm kjarnuøkini í lærugreinini.

  • Kristni 6 - Lærarabók
    Kristni 6 - Lærarabók

    Kristni 6 er bókaheild til undirvísingina í 6. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo. 

    Í lærarabókini eru hugskot…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini