Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Tað eru tvær mannagongdir at rita inn á unilogin við skulin.fo-brúkaranum. Hesar síggjast á myndunum niðanfyri.  Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndirnar betri: Unilogin - innritan

i-bøkur - Yvirlit

Landafrøði 2
Landafrøði 2

Landafrøði 2 viðger mentan og samfelag; hvussu menniskju brúka og broyta jørðina. Bókin er í seks pørtum: Heimsins fólk, Jørð, matur og landslag, Býir, Vinnulív í heiminum, Orka, og at enda…

Landafrøði 3
Landafrøði 3

Landafrøði 3 viðger heimspartarnar  í seks pørtum: Evropa, Asia, Afrika, Norðuramerika, Suðuramerika og Osiania.

Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum ókeypis kann…

Landafrøði 1

Landafrøði 1 viðger náttúrulandafrøði í fýra pørtum: Jørðina og kortini, Jarðarskorpuna, Veðurlag og vøkstur og Vatnið á jørðini. 

Afturat næmingabókini er lærarabók við uppgávum, sum…

Pit Stop #5 - Topic Book
Pit Stop #5 - Topic Book

Tekstasavnið eitur Topic Book og verður altíð brúkt eftir leiðbeining úr Task Book.

Savnið er skipað í 6-7 eftir einum føstum leisti, t.v.s. tey verða lýst úr ymiskum sjónarhornum ígjøgnum eitt…

Pit Stop #5 - Task Book
Pit Stop #5 - Task Book

Task Book er høvuðsbókin við fjølbroyttum uppgávum umboðandi ymiskar læruhættir. Hon vegleiðir samstundis, hvussu tú brúkar Topic Book. Summar uppgávur eru kravdar, aðrar eru valfríar. Aftast er ein…

Pit Stop #5 - Teacher's Guide
Pit Stop #5 - Teacher's Guide

Teacher’s Guide og er í tveimum. Onnur hevur undirheiti Educational Intentions og fevnir um nýtsluleiðbeining umframt ymiska teoretiska upplýsing. T.d. leggur “Comments and Answers to Selected Tasks”…

Les 1 - Teldutøk lærarabók

Lærarabók til framhaldsdeild
Les 1 - Teldutøk lærarabók
Les 1 - Teldutøk lærarabók

Teldutøk lærarabók til Les 1. Tekstasavn til framhaldsdeild. Lydia Didriksen hevur skrivað og lagt til rættis.









Hervør og Høgni - Lærarabók
Hervør og Høgni - Lærarabók

Í lærarabókini eru gjøgnumgongd og hugskot til allar síðurnar í lesibókini. Har eru eisini svarlisti til arbeiðsbøkurnar, frágreiðing um kassaorð og avritssíður.

Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 2
Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 2

Arbeiðsbók 2 hoyrir til tekstpartin (seinna part) av lesibókini. Uppgávur eru í arbeiðsbókini til allar søgur og sangir í lesibókini, og ætlanin við uppgávunum er at knýta saman lesingina,…

Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 1
Hervør og Høgni - Arbeiðsbók 1

Arbeiðsbók 1 hoyrir til ljóðpartin (fyrra part) av lesibókini. Ein opna er í arbeiðsbókini til hvørja síðu í lesibókini, og uppgávurnar 1, 3 og 4 eru eftir sama leisti til allar bókstavasíðurnar.…

Kristni 9 - Lærarabók
Kristni 9 - Lærarabók

Lærarabók til Kristni 9. Lærarabókini hevur eins og næmingabókin 14 kapitlar við ymiskum evnum. Í lærarabókini til 9. flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu…

Súlubók - Ein lítil mús

Súlubók við lixi
Súlubók - Ein lítil mús
Súlubók - Ein lítil mús

Ein lítil mús er ein fitt bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Ein lítil mús hevur lixtalið 7,3.  

Hon er ein partur av Súluheildini, og er fjórða av seks…

Kristni 5 - Arbeiðsbók
Kristni 5 - Arbeiðsbók

Um útgávuna: Arbeiðsbókin kann verða brúkt hvønn tíma í kristnikunnleika. Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at næmingarnir kunnu arbeiða sjálvstøðugt. Men gott er, um arbeiðið hjá næmingunum av og á…

Kristni 6 - Næmingabók
Kristni 6 - Næmingabók

Kristni 6 er bókaheild til undirvísingina í 6. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á snar.fo. Í næmingabókini eru 14 kapitlar, ið fevna um tey fimm kjarnuøkini í…

Kristni 6 - Lærarabók
Kristni 6 - Lærarabók

Kristni 6 er bókaheild til undirvísingina í 6. flokki. Heildin umfatar næmingabók, lærarabók, arbeiðsbók og heimasíðu á…

  • Skygni 6 - lærarabók
    Skygni 6 - lærarabók

    Skygni 6 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í sætta flokki. Bókaheildin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar síður og bláar síður, har evnið í kapitlinum verður viðgjørt á ymiskum torleikastigi.…

  • Pit Stop #7 - Teacher's Guide
    Pit Stop #7 - Teacher's Guide

    Lærarabókin er í tveimum, Copy Sheets og Educational Intentions. Hesar verða bert seldar saman.

     

    Í Educational Intentions er:

    *Frálærufrøðin (didaktikkin), sum Pit Stop byggir á

    *Uppskot til hvussu tilfarið kann brúkast

    *Útskrift av øllum tekstum, ið bert eru til at lurta…

  • Pit Stop #7 - Topic Book
    Pit Stop #7 - Topic Book

    Topic Book er eitt tekstasavn, sum eru bólkaði í evni. Hvørt evni hevur nakrar grundtekstir og nakrar valtekstir. Næmingarnir avgera sjálvir, um teir lesa ein ella fleiri valtekstir. Tilfarið er lagt soleiðis til rættis, at lærarin kann velja floksundirvísing ella næmingastýrda…

  • Pit Stop #7 - Task Book
    Pit Stop #7 - Task Book

    Task Book er ein uppgávubók, sum vísir vegin inn í Topic Book. Í henni byrjar arbeiði við øllum evnunum. Eftir eina innleiðing til hvørt einstakt evni, sum næmingurin lesur fyrst, koma uppgávurnar.

     

    Eyðkenni fyri Task Book eru:

    *Miðvísa arbeiðið við orðatilfeingi bæði áðrenn…

  • Pit Stop #6 - Teacher's Guide
    Pit Stop #6 - Teacher's Guide

    Lærarabókin er í tveimum (Educational Intentions og Copy Sheets). Hesar verða bert seldar saman.

     

    Í Educational Intentions er:

    *Frálærufrøðin (didaktikkin), sum Pit Stop byggir á

    *Uppskot til hvussu tilfarið kann brúkast

    *Útskrift av øllum tekstum, ið bert eru til at lurta…

  • Pit Stop #6 - Task Book
    Pit Stop #6 - Task Book

    Task Book er ein uppgávubók, sum vísir vegin inn í Topic Book. Í henni byrjar arbeiði við øllum evnunum. Eftir eina innleiðing til hvørt einstakt evni, sum næmingurin lesur fyrst, koma uppgávurnar.

     

    Eyðkenni fyri Task Book eru:

    *Miðvísa arbeiðið við orðatilfeingi bæði áðrenn…

  • Pit Stop #6 - Topic Book
    Pit Stop #6 - Topic Book

    Topic Book er eitt tekstasavn, sum eru bólkaði í evni. Hvørt evni hevur nakrar grundtekstir og nakrar valtekstir. Næmingarnir avgera sjálvir, um teir lesa ein ella fleiri valtekstir. Tilfarið er lagt soleiðis til rættis, at lærarin kann velja floksundirvísing ella næmingastýrda…

  • Lívfrøði 1 - lærarabók
    Lívfrøði 1 - lærarabók

    Lærarabókin hevur á leið sama bygnað sum næmingabókin og arbeiðsbókin. Fyrsti partur er um lív og náttúru, annar partur er um lívið undir sjóneyku og triði partur er um mannakroppin.

     

    Við at taka nøkur evni nágreiniligari ígjøgnum vónar rithøvundurin, at lærarin fakliga gerst…

  • Eg skrivi 9
    Eg skrivi 9

    Eg skrivi 9

    Skrivligt føroyskt til miðdeild og framhaldsdeild

    Hetta er 9. og seinasta bókin í røðini av rættskrivingar- og mállæruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Tey eru ikki ætlað ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4. flokki) upp í 8. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi. Eg skrivi 9 er…

  • Súlubók 5 - Sólin sá Óla og Eli
    Súlubók 5 - Sólin sá Óla og Eli

    Súlubók 5 er ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu níggju bókstavirnar í Súluni. 

    Súlubøkurnar eru smáar lesibøkur, ætlaðar til ta fyrstu lesingina. Bókarøðin fylgir bókstavaraðfylgjuni í Súluni.

  • Lívfrøði 1 - uppgávubók
    Lívfrøði 1 - uppgávubók

    Í arbeiðsbókini eru uppgávur til tríggjar teir fyrstu partarnar í næmingabókini:

    1. Lív og náttúra,

    2. Lívið undir sjóneyku

    3. Mannakroppurin.

    Til hvønn partin eru fýra uppgávusløg:

    venjingar við vegleiðingum,

    "minnist tú?" spurningar,

    "hevur tú skilt?"…

  • Lundafleyg
    Lundafleyg

    Lundafleyg

    ein fleygadagur í Nólsoy

    Bókin er eitt kærkomið siðsøguligt íkast til tað, sum er skjalfest um aldargamla føroyska veiðimentan. Við dømum úr fleygasiðvenju í Nólsoy lýsir hon føroyskt lundafleyg og tær umstøður. sum hava valdað í hundraðtals ár. Bókin viðger:

    Lundan

    Týdningin, sum fuglurin…

  • Høgguslokkur - Arbeiðsbók
    Høgguslokkur - Arbeiðsbók

    Arbeiðsbók til Høgguslokkin. Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Til hvørja opnu í næmingabókini eru í arbeiðsbókini síður, sum næmingurin kann arbeiða við. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingurin skal skriva dagfesting og ár og lýsa veðrið.…

  • Høgguslokkur - Lærarabók
    Høgguslokkur - Lærarabók

    Lærarabókin vísir á, hvussu næmingarnir kunnu arbeiða við arbeiðsbókini, og víst verður eisini til ymsar aktivitetir. Í lærarabókini eru eisini ymisk fakta um tey ymsu evnini, sum verða viðgjørd í næmingabókini. Lærarin sær eisini í lærarabókini, hvussu leingi ætlanin er, at…

  • Høgguslokkur - Næmingabók
    Høgguslokkur - Næmingabók

    Næmingabókin er bók, sum við tekningum og fotomyndum og við ongum orðum viðger 30 ymisk evni á 30 opnum.

    Viðgjørdu evnini eru: Heima hjá mær, Hvar eru vit?, Spæl, Í ferðsluni, Tíðin, Ættargransking, Maturin, Krambúðin, Kelidjór, Grindahvalur, Grindadráp, Á havsins…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini