Skip to main content

Undirvísingartilfar í talgildari útgávu

i-bókin er ein netbók, ein bókaheild í netútgávu við nettøkum fyrimunum.

i-bókin savnar tilfarið hjá næminginum: Næmingabók, arbeiðsbók og avritssíður.

Í i-bókini kunnu vera leinki til www, ljóð, rokniørk o.s.fr.

i-bókin gevur lærarum møguleika at arbeiða við kendum tilfari í nettøkari útgávu, har møguleiki er at samskifta við næmingarnar, geva teimum heimaarbeiði, leggja nýggjar uppgávur inn, næmingalaga undirvísingina o.s.fr.

Næmingarnir svara uppgávunum í i-bókini.

I-bókin er at finna á ibok.nam.fo. Til ber eisini at rita inn við a trýsta á knøttin niðanfyri.

Soleiðis ritar tú inn

Fyri at rita inn á ibókina er neyðugt at nýta unilogin. Unilogin er knýtt at skulin.fo-brúkaranum. Tí er ikki neyðugt at kenna brúkaranavn og loyniorð til unilogin.

Tað eru tvær mannagongdir at rita inn á unilogin við skulin.fo-brúkaranum. Hesar síggjast á myndunum niðanfyri.  Trýst á hetta leinkið fyri at síggja myndirnar betri: Unilogin - innritan

i-bøkur - Yvirlit

Kristni 9 - Næmingabók
Kristni 9 - Næmingabók

Kristni 9 er grundbók í kristni til 9. flokk. Næmingabókini hevur 14 kapitlar við ymiskum evnum.

Kristni 9 viðgerð kristnu skriftirnar og við trúartrænum verða jødadómur, kristindómur og…

Kristni 5 - Lærarabók
Kristni 5 - Lærarabók

Kunning:  ‘Kristni 5. Lærarabók’  er partur av bókaheild til kristnikunnleika í 5. flokki. Lærarabókin ger tað lætt at leita fram júst tað, lærarin hevur brúk fyri. Viðmerkt er týðuliga,…

Súlubók - Hundurin hjá Annu
Súlubók - Hundurin hjá Annu

Hundurin hjá Annu er ein fitt og stuttlig bók til fyrsta flokk, sum er løtt at lesa. Hundurin hjá Annu  hevur lixtalið 6.

Hon er ein partur av Súluheildini, og er…

Kristni 8 - Lærarabók
Kristni 8 - Lærarabók

Lærarabókin til Kristni 8 er ætlað sum eyka tilfar til læraran. Í lærarabókini til áttanda flokk er faktatekstur til hvønn kapittul sær og hugskot um, hvussu arbeiðast kann við…

Lívfrøði 3 - arbeiðsbók
Lívfrøði 3 - arbeiðsbók

Arbeiðsbókin til lívfrøði 3 er í fýra pørtum eins og næmingabókin. Ein partur er um mannakroppin, ein er um smáverur, ein lívtøkni og ílegutøkni og at enda er ein partur um dálking.

Í…

Vinir mínir og eg 3 - lærarabók
Vinir mínir og eg 3 - lærarabók

Vinir mínir og eg - kristni 3 er bókaheild til kristnikunnleika í 3. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar. Bókin kostar 875 kr. Tóra við Keldu og…

Vinir mínir og eg 3 - næmingabók
Vinir mínir og eg 3 - næmingabók

Vinir mínir og eg - kristni 3 er bókaheild til kristnikunnleika í 3. flokki. Heildin fevnir um næmingabók, ljómfløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar.

Tóra við Keldu og Jónfríð…

Súlan - Vit skriva
Súlan - Vit skriva

Vit skriva er ætlað at nýta í skrivifrálæruni í 1. flokki. Børnini læra at skriva teir stóru og smáu bókstavirnar, samstundis sum tey læra at lesa teir.

Kristni 8 - Næmingabók
Kristni 8 - Næmingabók

Kristni 8 er grundbók í kristni til 8. flokk. Næmingabókini hevur 16 kapitlar við ymiskum evnum. Byrjað verður við skapanarsøgum úr ymiskum londum og endað verður við norrønu gudalæruni.…

Heimssøga - Frá 1900 til í dag
Heimssøga - Frá 1900 til í dag

Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga –…

Heimssøga - Frá 1700 til 1900
Heimssøga - Frá 1700 til 1900

Heimssøga er lærubókatilfar ætlað 7.-9. flokki. Heimssøgan er lutvíst ein týðing og lutvíst ein tillaging av svenska lærubókatilfarinum, sum kallast Impuls. Talan er um tríggjar bøkur: Heimssøga –…

Kristni 5 - Næmingabók
Kristni 5 - Næmingabók

Jón Magnus Joensen hevur skrivað bókina Kristni 5, sum telur 198 blaðsíður. Bókin heldur fram, har hin fyrra, Kristni 4, slepti. Bókin til fimta flokk er skift í fjúrtan kapitlar, ið geva eina…

Lívfrøði 2 - Lærarabók
Lívfrøði 2 - Lærarabók

Lærarabókin er býtt í somu 4 partar sum næmingabókin og arbeiðsbókin. Í lærarabókini er dentur lagdur á at geva læraranum møguleika at ogna sær størri innlit í tey evni, sum verða viðgjørd í…

8 venjingarhefti til Súluna
8 venjingarhefti til Súluna

Hesi 8 venjingarhefti til Súluna eru ætlað at venja ta fyrstu lesingina. Teksturin er ljóðrættur í mest møguligan mun, og tey hava eitt lix-tal og eitt let-tal…

  • Stutt mállæra. Uppgávur til 9. flokk
    Stutt mállæra. Uppgávur til 9. flokk

    Stutt mállæra er ætlað næmingum í 8. og 9. flokki. Í hesum heftinum, Uppgávur til 9. flokk, kunnu næmingarnir arbeiða við teimum evnum, sum verða viðgjørd í mállæruni.

    Lærarin kann gjøgnumganga mállæruna og so lata næmingar loysa uppgávurnar í heftinum, sum eru…

  • Eg skrivi 5
    Eg skrivi 5

    Eg skrivi 5

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Eg skrivi 5, við undirheitinum: Skrivligt føroyskt til miðdeild, er 5. bókin í eini røð av rættskrivingar- og mállæruheftum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini eru ikki ætlað ávísum floksstigi, men kunnu vegleiðandi nýtast úr 5. flokki (ella seint í 4. flokki)upp í 7.…

  • Dýr og dorg - Næmingabók
    Dýr og dorg - Næmingabók

    Á bókini eru søgur og aðrir tekstir um dýr, sum børn kenna tey í sínum gerandisdegi. Nógv er at lesa, men børnini eiga eisini at sleppa at siga frá ymiskum, sum tey hava upplivað sjálv. Eisini eiga tey at sleppa at tekna tað, tey hava lisið. Nógv í bókini kann verða nýtt…

  • Alisfrøði og evnafrøði 3 - Næmingabók
    Alisfrøði og evnafrøði 3 - Næmingabók

    Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á grundbókini er dentur lagdur á stuttar og greiðar tekstir. Høvuðsevnini eru sveiggj, aldur og elektroniskar hentleikar, evnafrøðilig framleiðsla og dálking, elveiting í samfelagnum og atom og geisling. Ymsar viðkomandi…

  • Skygni 9 - Læraramappa
    Skygni 9 - Læraramappa

    Hetta er læraraleiðbeiningin til 2. útgáva av Skygni 9. Læraramappan er eitt ringbind, har leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og svarlistar eru at finna.

  • Firvaldsbók 5

    Firvaldsbøkur eru eykatilfar í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Bøkurnar eru ikki ætlaðar til ávíst floksstig. Men tær kunnu verða nýttar í eini næmingalagaðari undirvísing, so at næmingurin kann, sjálvur ella saman við lærara, arbeiða á tí stiginum, sum hann er…

  • Skygni 9 - Næmingabók
    Skygni 9 - Næmingabók

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið Skygni 9. Støddfrøði út av nýggjum. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 9. Í bókini verða sjey høvuðsevni viðgjørd.

    Læraramappan er eitt ringbind, har leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og…

  • Eg skrivi 3
    Eg skrivi 3

    Eg skrivi 3

    Skrivligt føroyskt til miðdeild

    Hetta er triðja bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans.

    Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

    Á hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir,…

  • Støddfrøði handbók
    Støddfrøði handbók

    Støddfrøði handbók

    Støddfrøðihandbók til framhaldsdeild

    Bókin Støddfrøði. Handbók er ein sameining av lærubók og uppslagsverki við evnisskrá og orðalista.

    Bókin er ætlað næmingum og lærarum sum ein hjálp í dagliga arbeiðinum við støddfrøði og er loyvt hjálparamboð til skrivligu fráfaringarroyndirnar í støddfrøði í 9. og…

  • Skriva týskt 1
    Skriva týskt 1

    Hetta er ein nýggj og økt útgáva av tí grundleggjandi undirvísingarbókini eftir André Niclasen lærara, sum er ætlað næmingum, ið hava ongan ella næstan ongan forkunnleika í týskum. Hon er tí væl hóskandi til byrjanarundirvísingina í týskum í fólkaskúlanum fyrst og fremst, men…

  • Hervør, Høgni og hini - Grundbók
    Hervør, Høgni og hini - Grundbók

    Hettar er nýggj lesibók til 2. flokk. Hervør, Høgni og hini er framhald av bókaheildini Hervør og Høgni í skúla til 1. flokk. Dentur er lagdur á, at bókin skal vera løtt at lesa og skal byggja á heimligt umhvørvi.

    Bókin er um Hervør og Høgna og floksfelagar teirra,…

  • Hervør, Høgni og hini - Arbeiðsbók 2
    Hervør, Høgni og hini - Arbeiðsbók 2

    Hetta er seinna arbeiðsheftið til lesibókina Hervør, Høgni og hini. Arbeiðsheftið er tætt knýtt at lesibókini og er gjørt soleiðis, at næmingarnir í mest møguligan mun eru førir fyri at loysa uppgávurnar sjálvir.

  • Hervør, Høgni og hini - Arbeiðsbók 1
    Hervør, Høgni og hini - Arbeiðsbók 1

    Arbeiðsheftið er tætt knýtt at lesibókini og er gjørt soleiðis, at næmingarnir í mest møguligan mun eru førir fyri at loysa uppgávurnar sjálvir.

  • Stutt mállæra. Svarlisti til 8. flokk
    Stutt mállæra. Svarlisti til 8. flokk

    Svarlisti til Stutta mállæru. Uppgávur til 8. flokk. Í svarlistanum eru 39 uppgávur, ið allar kunnu loysast við at lesa í Stuttari mállæru, sum er grundbók.

  • Kom við - Skrivibók
    Kom við - Skrivibók

    Bókaheildin Kom við eftir Margretu Næss, lærara – fevnir um tríggjar bøkur, umframt band og fløgu. Útgávurnar eru ætlaðar undirvísingini í føroyskum í miðdeild fólkaskúlans. Á skrivibókini eru uppgávur til evnini í lesibókini. Uppgávurnar eru ymiskar. Har eru m.a.…

Vegleiðingar

Nám i-bók - Inngangur
Nám i-bók - Funkur í niðara parti av i-bókini
Finn tilfeingi í iBókini
Nám i-bók - Innrita og finn bøkur
Nám i-bók - Funkur í ovara parti av i-bókini