Bókasavnsvika uttan bókasavn

Í morgun verða yrkingar hjá danska rithøvundinum Jakob Martin Strid lisnar upp á skúlum og í barnabókasøvnum í øllum norðurlondum - eisini í Føroyum. Yrkingarnar hevur Alexandur Kristiansen týtt til føroyskt.
Í kvøld klokkan 20 hevur Landsbókasavnið eitt tiltak, har Hans Tórgarð fer at lesa upp úr bókini Popptónleikur úr Vittula eftir finska rithøvundin Mikael Niemi. Eisini fer Dorthe Pedersen, lærari í heimspeki og í donskum, at hava framløgu um humor í heimspekiligum høpi, og kvøldið endar við, at Lív Næs spælir nøkur løg. Kaffi og smákøkur omaná.
Bókasavnið hjá Námi koyrir við lágum blussi í løtuni. Alt kunningarsavnið er pakkað niður vegna umbygging, og tí eru tað bert flokssett, filmar, ljóðbøkur og frílestrarkassar, sum verða lænt út. Men arbeiðið við umbyggingini gongur skjótt, og vit vóna, at okkara nýggja, spennandi savn er opið aftur í mars 2012.