Starv sum kt-didaktiskur ráðgevi

Námi tørvar ein ráðgeva, ið kann vera við til at menna kt-didaktiska økið í skúlaverkinum. Tann, ið settur verður, fer at hava stóra ávirkan á ráðlegging og innihald í starvinum. Talan er tí um fjølbroytt og áhugavert starv, har møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning.
Arbeiðsøkið fevnir um:
at ráðgeva skúlum í kt-didaktiskum spurningum
at ráðgeva skúlum og hjálpa til við at íverkseta talgildar pallar í undirvísingini (sum t.d. Microsoft 365 og WISEflow)
at skipa fyri skeiðum og átøkum
at vera við at menna kt-didaktiska partin í útgávunum hjá Námi
at veita kt-hjálp til skúlar.
Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:
útbúgving sum fólkaskúlalærari, undirvísingarførleikar á miðnámi ella samsvarandi
góðar og víttfevnandi fakligar førleikar
góðar førleikar at seta seg inn í talgildar loysnir
royndir við at íverkseta kt í skúlaverkinum
hugflog og dirvi at ganga nýggjar leiðir
góðan teldukunnleika og kunnleika til mál – serliga føroyskt, men eisini skandinaviskt og enskt
góð samstarvsevni og førleikar at arbeiða sjálvstøðugt
góðar samskiftis- og framløguførleikar
hug og vilja at veita góða tænastu.
Tann, ið verður sett/ur, kann í samráð við Nám taka eftirútbúgving innan økið. Tað er ein fyrimunur at hava undirvísingarroyndir í skúlaverkinum og at hava arbeitt við Skúlaneti og kt-hjálp í hesum sambandi.
Setanarviðurskifti
Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nøkrum bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Harafturat skal tann, ið sett/ur verður, vera við til at mynda starvið og starvsinnihaldið. Starvið er fast fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag við setan til skúlaársbyrjan 2025.
Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á tel. 555150 ella við telduposti á eydun@nam.fo.
Umsókn saman við avriti av prógvum, cv og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 6. apríl 2025 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard á eydun@nam.fo.
Nám er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 29 starvsfólk. Próvstovan er partur av Námi, og har arbeiða 7 fólk.
Missiónin hjá Námi er við undirvísingartilfari, ráðgeving, skeiðum, netverkum og eftirmetingartænastum at skapa karmar um forvitni, lærihug, albúgving og trivnað, so vit kunnu vera við til at menna undirvísingarverkið og samfelagið.