Skip to main content

Flokssett í Námi

10.09.2013

Úrvalið av flokssettum í Nám er nógv vaksið

Í seinasta Skúlablaði er grein um savnið í Námi. Til hetta skúlaárið hava vit lagt okkum eftir at útbyggja savnið munandi bæði við útgávum, vit ikki hava havt áður, men eisini hava vit lagt aftrat verandi útgávum, so at vit ikki koma í ta støðu, at bøkur eru útlæntar og tí ikki tøkar hjá øðrum at læna.

Umframt flokssettini hava vit í savninum kunningartilfar, handbøkur, ljóðbøkur, evniskassar og filmar. Vit venda okkum til skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar og líknandi stovnar innan undirvísing og ansing, og til ber at koma inn á gólvið og síggja alt útboð okkara á einum staði. Ikki minst okkara egnu útgávur, sum alsamt fjølgast. Vælkomin!

Fyri at vísa, hvussu stórt úrval okkara av flokssettum er og fyri at gera vart við tað, senda vit í hesum døgum faldara í allar skúlar. Hetta er eitt átak at gera vart við okkara tænastu á hesum økinum og fyri at eggja lærarum at lesa enn meiri við næmingunum. Hesin faldari verður ikki prentaður regluliga, men fer at liggja nettøkur og dagførdur á heimasíðu okkara nam.fo.

Beinleiðis leinkja til faldaran er her:

http://80.77.131.135/nam_boekur/netbokur/flokssett_130822/

Góðan lesihug!

Onnur tíðindi

31.03.2025

Í síðstu viku var hátíðarløta í Námi í sambandi…

Les meira
31.03.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði og evnafrøði 7-9,…

Les meira
21.03.2025

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
10.03.2025

Plantur til matna – Ein ókeypis bók um…

Les meira