Skip to main content

Hugrák: Eitt nýtt skúlaár

18.08.2011

Oyvør D. Lassen, bókavørður í Námi

Í Námi hendir rættiliga nógv í hesum døgum, og nógvar broytingar fara fram so hvørt, sum stovnurin mennist til eina samskipaða eind. Í savninum hava vit úr at gera við at senda undirvísingartilfar út á skúlarnar, samstundis sum skeiðini fyri komandi skúlaár av álvara eru farin av bakkastokki.

Okkara savn av undirvísingartilfari – bæði sum Nám gevur út – men eisini frá øðrum føroyskum og útlendskum forløgum, er eisini í broyting. Teir fysisku karmarnir fara at broytast enn meir í ár, og gevur hetta høvi at ”brýna” og bøta um savnið.

Okkara mið er at veita lærarum og øðrum ein sýnisglugga við øllum tilfari, ið kann nýtast sum íblástur og kveikjan í undirvísingini. Sama um talan er um keyp av nýggjum grundbókum til skúlan, tilfari um ávís evni, flokssett til høvuðsverk, lesi- og frílestrarkassar ella námsfrøðiligt tilfar til uppgávur.

Útlánstilfar – td. føroysk, donsk og ensk flokssett, spæli- og yrkisfilmar og ljóðbøkur – eru keypt eftir tilmæli frá ráðgevum ella lærarum. Vit taka sostatt fegin ímóti uppskotum um nýtt tilfar, sum verður mett sum egnað til undirvísingarbrúk. Filmsavnið er í støðugari menning og uppstiging, og tá vaksandi áhugi er fyri tilfari innan henda miðil, økist úrvalið eisini. Vit hava flestu ljóðbøkur, sum koma út í Føroyum, og royna vit eisini í størstan mun eisini at keypa danskar.

Sum brúkari í savninum hjá Námi, fært tú eitt gott yvirlit yvir, hvat tilfar finst til undirvísingarbrúk. Vit kunnu hjálpa tær at finna tilfar til ávísa lærugrein ella evni, til ein ávísan málbólk og flokk – ella at finna ta bókina, tú ikki visti, at tú leitaði eftir.

Við okkara nýggju útlánsskipan er nú eisini gjørligt at leita eftir og bíleggja tilfar umvegis alnetið, og við at venda sær til okkum fæst meir at vita um – og vegleiðing í at brúka henda møguleika.

Onnur tíðindi

31.03.2025

Í síðstu viku var hátíðarløta í Námi í sambandi…

Les meira
31.03.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði og evnafrøði 7-9,…

Les meira
21.03.2025

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
10.03.2025

Plantur til matna – Ein ókeypis bók um…

Les meira