Skip to main content

Jólagáva til tey kvæðaáhugaðu

15.12.2021

Teksturin í bókarøðini Søga og stev eftir Árna Dahl er nú á Snar.

Søga og stev á Snar »»

Forlagið Fannir gav árini frá 1996 til 2000 út seks bøkur í røðini Søga og stev. Røðin byggir á tær útvarpssendingar, um hundrað í tali, sum Árni Dahl - frá nýggjári til føstulávint - hevði í Útvarpi Føroya árini 1990-1999.

Í høvuðsheitum er røðin flokkað soleiðis:

 

1. bind:

Kvæði, ið yrkt eru í 20. øld beinleiðis eftir føroyskum sagnum, men her eru eisini onnur kvæði – bæði eldri og yngri.

 

2. bind:

Danskar vísur, ið havi verið nógv á gólvi í Føroyum. Viðvíkjandi flestu teirra finst søguligi upprunin afturi í 13. øld, men her eru eisini vísur bæði við eldri og yngri søgutilfari eisini.

 

3. bind:

Kvæði, sum yrkt eru eftir íslendingasøgum ella kongssøgum, sum eisini hava uppruna sín í Íslandi

 

4. bind:

Kvæði og danskar vísur um tey bæði Hábarð og Signu (Hafburd og Signelille) og eisini kvæði og danskar vísur um Tíðrik úr Bern (Stærke Tidrik) og hansara kappar. Meginheimildin til fyrru søguna er danski søguskrivarin Saxo grammaticus (o.u. 1150 – 1220) og verk hansara “Gesta Danorum”. Til seinnu søguna er “Tíðriks søga” (um 1250) høvuðsheimild.

 

5. bind:

Hetta bindið viðger tættir burturav. Elstu tættirnir, ið varðveittir eru, eru frá um 1750. Kendastu teirra verða viðgjørdir.

Um ár 1800 yrkti Nólsoyar Páll (1766-1809) tættir sínar. Nakrir teirra verða viðgjørdir her. Eisini verður høvuðstátturin hjá hinum stóra táttayrkjaranum frá hesum tíðarskeiði, Jens Christani Djurhuus, Sjóvarbóndanum (1773-1853) viðgjørdur.

Men táttayrkingin doyði ongantíð burtur, og í bókini eru dømi um yngri tættir, sum eru yrktir um aldaskiftið 1900 og nakað seinni.

 

6. bind:

Í høvuðsheitum kvæði úr sætta bindi av “Føroya kvæðum” við blandaðum innihaldi, “Balladen gemischten Inhalts”, sum ritstjórin á CCF tekur til í innganginum.

Dentur hevur verið lagdur á at fáa fram nøkur kvæði her, sum bara eru at finna í Føroyum.

Søga og stev á Snar »»

 


Árni Dahl hevur við játtan frá Mentamálaráðnum staðið fyri at gera kvæðini í røðini “Søga og stev” 1 - 6 til talgildan tekst.

Kvæðini eru sett upp bók fyri bók.

 

Onnur tíðindi

18.05.2022

Til munnligu próvtøkuna í fólkaskúlanum í 2022…

Les meira
16.05.2022

Redaktiónin á undirvísingaportalinum Snar hevur…

Les meira
Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroeohoto
27.04.2022

Vísindavøkan 2022 verður hildin í Løkshøll í…

Les meira
20.04.2022

Próvstovan/Nám leitar eftir 4 lesandi í…

Les meira