Skip to main content

Nám um páskirnar

30.03.2012

Avgreiðslan í páskafrí.

Avgreiðslan í Námi hevur afturlatið frá mánadegi 2. apríl og letur uppaftur mikudagin 11. apríl, kl. 10.00. Í hesum tíðar­skeiði er eingin felags telefonavgreiðsla. Er tørvur á sambandi, sí so starvsfólkayvirlitið á heimasíðu okkara www.nam.fo.

Umbyggingin á Hoyvíksvegi 72, har Nám nú fer at húsast, er at kalla komin undir land. Tað hevur við sær, at alt starvs­fólkið í næstum verður savnað her. Alt okkara arbeiði og virk­semi verður hiðani og somuleiðis øll okkara avgreiðsla.  

Hóast vit øll nú flyta inn á Hoyvíksvegi 72, er ikki alt klárt enn. Enn er kunningarsavnið ikki tøkt. Fram til í summar ber bara til at læna flokssett, filmar, frí­lesikassar og ljóðbøkur. Alt annað tilfar verður í løtuni gjøgnumgingið, dagført og sett upp á pláss. Tí verður øll av­greiðsla í hesum tíðarskeiði framvegis umvegis telefon 755150 ella teldupost nam@nam.fo  

Eftir páskir verður av­greiðslan hjá Námi aftur frá Hoyvíksvegi 72 - tó avmarkað sum omanfyri nevnt.

Opið verður soleiðis:

Mánadag – hósdag:    kl. 10.00 – 16.00

Fríggjadag:                kl. 10.00 – 15.00

Onnur tíðindi

16.10.2024

Lesibókin Dropar 7 varð í dag heiðrað við…

Les meira
03.10.2024

PISA kanning verður aftur á vári 2025.

Les meira
23.09.2024

Bókarøðin fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók,…

Les meira
20.09.2024

Mikudagin 20. novembur 2024 verður skeið í Námi…

Les meira