Skip to main content

Nótakoyrikort til næmingar

11.10.2018

Nótakoyrikort 1 er fyrsti partur av Nótakoyrikortinum

Nótakoyrikort er heitið á nýggjum undirvísingartilfarið, sum er lagt á Snar. Nótakoyrikortið er, sum navnið sigur, ein tilgongd at læra næmingar nótar.

Jens Mortan Mortensen hevur skrivað Nótakoyrikortið. Seinni koma Nótakort 2 og Nótakoyrikort 3.

Koyrikortið miðjar ímóti: at næmingar læra hvussu nótaskipanin er uppbygd, hvussu nótarnir eita, hvar teir liggja á nótalinjum, á klaverinum í G-lykil og í F-lykil.

Í frálæruni verður keyboard brúkt við 5 oktavum, sum næmingarnir læra at spæla á.
Næmingarnir skulu, fyri at fáa eitt nótakoyrikort, spæla tey løg, sum hoyra til Nótakoyrikort 1, Nótakoyrikort 2 ella Nótakoyrikort 3, og fylla út teoriina, sum hoyrir til nótakoyrikortið, vísa at teir duga at hoyra tónainterval, og vísa at teir hava roynt at syngja.

Í Nótakoyrikortið er:

Netbók
Netbók: Nótakoyrikort 1. Les og spæl nótar. Syng og dansa

Í netbókini eru nótar, sangir, vísur, kvæði, níggju uppgávur til Nótakoyrikort 1, heiðurbræv, svarark til uppgávur og eyka uppgávubløð.

Netbókin er á Snar.fo/notakoyrikort.

Alt tilfarið kann prentast til næmingarnar.

Lesiundirlag
Níggju lesiundirløg - eitt til hvørja roynd - í A3 stødd við mynd av keyboard og nótum. Síðurnar skulu laminerast.

Næmingarnir kunnu venja at spæla á avmyndaða keyboardinum á lesiundirlagnum.

Nótakortspæl
A4 ark við nótamyndum og nótanøvnum at laminera og klippa sundur til kort. Kann brúkast til minniskort, kortspøl o.s.fr.

Tekna nótar
Tvær síður, ein í F-lykil og ein í G-lykil til at prenta. Næmingarnir skulu tekna nótar, har navnið stendur undir.

Youtube
Allir sangirnir síggjast á youtube. Leinkja er sett við allar sangirnar.

Koyrikortið miðjar ímóti, at næmingar í fólkaskúlanum læra at lesa nótar.
Næmingarnir skulu seta nøvn á nótar, tekna nótar, spæla á klaver/keyboard eftir nótum og syngja eftir nótum.

Nótakoyrikortið fevnir eisini um at taka stev og at kvøða.
Fyri at fáa nótakoyrikortið, skulu næmingar til eina ella fleiri av níggju royndum.

Tær níggju royndirnar eru uppbygdar á sama hátt, men innihaldið er ymiskt.
 
Frálæran kann skipast sum ein miðvís frálæra frá skúlabyrjan til næmingarnir taka nótakoyrikortinum í 3., 4. ella 5. flokki.

Lærarin kann eisini velja at hava nótakoyrikortið á skrá í nakrar mánaðir í 3., 4. ella 5. flokki.

Frálæran kann skipast sum ein gjøgnumgongd av bókini, ella næmingarnir kunnu fara beinleiðis til at loysa eina av uppgávunum til nótakoyrikortið.
 
Næmingarnir skulu hava atgongd til klaver ella keyboard.
Tað er ikki neyðugt, at eitt klaver/keyboard er til hvønn næming.

Flokkurin kann býtast í bólkar, sum arbeiða við hvør sínum parti av nótakoyrikortinum.

Nótakoyrikortið er væl egnað til felags frálæru, har talva/samvirkin talva verður brúkt.

 

 

 

 

 

Onnur tíðindi

Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Landsroynd Landsroyndir Landsroyndir 2024
Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira