Skip to main content

Nú eru 18 leikrit á Snar

13.02.2024

Leikritini "Páll fangi", "Vónbrot" og "Vinarlig hjún" eru løgd á leikritasíðuna á Snar.

Far til Leikrit

Árni Dahl hevur við játtan frá mentamálaráðnum staðið fyri at gera leikrit til talgildan tekst, og í samráði við Nám er avgjørt at leggja tey á Snar. 

Úr keldum vita vit, at frá um leið 1780 hava leikir verið á palli í Føroyum – serliga í Havn. Fram til seinast í 1880-unum vóru allir leikirnir framførdir á donskum máli, og eingin teirra viðgjørdi føroysk viðurskifti. 

Í 1889 verða fyrstu leikirnir á føroyskum framførdir. Leikpallurin var í tinghúsinum. Til hesar fyrstu sýningarnar á føroyskum máli og við evni úr Føroyum høvdu tvey fólk, ein kvinna og ein maður, skrivað hvør sín leik. Sanna Helena Patursson úr Kirkjubø (1864-1916) skrivaði skemtiliga leikin “VEÐURFØST”, og Rasmus C. Effersøe av Tvøroyri (1857-1916) skrivaði álvarsliga syrgileikin “GUNNAR HAVREKI”. 

Í fyrstu atløgu er ætlanin at leggja út á Snar øll tey leikrit, sum frá 1889 til 1940 hava verið á palli í Føroyum, og sum eru prentað í dagbløðum, tíðarritum ella sum eginútgávur. Talan er bæði um upprunaskrivað leikrit og týdd. 

Fyribils liggja hesi leikrit á heimasíðuni: 

  1. GUNNAR HAVREKI. R.C. Effersøe skrivaði, 1889. 
  2. JÁKUP Á MØN. Sigrid Niclasen skrivaði, 1890. 
  3. HJÁ DALABÓNDUM. Danin Jens Christian Hostrup skrivaði. Upprunaheiti: EN NAT MELLEM FJELDENE, 1850. R. C. Effersøe týddi, 1890. 
  4. MAGNUS. R.C. Effersøe skrivaði, 1892.
  5. BEST MAN VERA SUM ER. R.C. Effersøe skrivaði, 1895.
  6. VÁR. Símun av Skarði skrivaði, 1904.
  7. Ófriðarligar tíðir. Kristin Holm Isaksen skrivaði, 1908.
  8. MARITA. Hans Andrias Djurhuus skrivaði, 1908.
  9. ANNIKA. Hans Andrias Djurhuus skrivaði, 1917.
  10. HIN POLITISKI KANNUSTOYPARI. Ludvig Holberg skrivaði. Rikard Long týddi 1922.
  11. JEPPI Á FJALLINUM. Ludvig Holberg skrivaði. Rikard Long týddi 1922.
  12. EYDNULANDIÐ. Peter Falk Rønne skrivaði. Kristin Holm Isaksen týddi 1923. 
  13. TÁ ØLL VILDU GIFTAST. Peder R. Møller skrivaði. J.H. Poulsen týddi 1925. 
  14. TVINNI PØR. Peder R. Møller skrivaði. J.H. Poulsen týddi 1925.
  15. JÁKUP SIBBI. Hans Dalsgaard skrivaði 1926.
  16. PÁLL FANGI. Louis Zachariasen skrivaði 1926
  17. VINARLIG HJÚN. Torvald Tu skrivaði. Nyholm Debes týddi 1927
  18. VÓNBROT, Charlotte Eilersgaard. Kristin Holm-Isaksen 1927

So hvørt verða onnur leikrit løgd út. 

Far til Leikrit

Onnur tíðindi

Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Landsroynd Landsroyndir Landsroyndir 2024
Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira