Skip to main content

Rørsla og sansaskipan

24.04.2013

Lívligt skeið í Námi

“Hetta var eitt av teim bestu skeiðum, eg havi verið á,” segði ein lærari, sum saman við starvsfeløgum var á skeiði í Námi, har evnið var rørsla og sansaskipan. Tað eru Guðrun Guðjónsson, ergoterapeutur, og Helle Drews, fysioterapeutur, sum eru skeiðslærarar. Tær arbeiða báðar í Sernámi og vita sum fáur, hvat tær tosa um.

Í tveimum umførum hevur Nám skipað fyri skeiði í rørslu og sansaskipan. "Hetta kemst av, at júst rørsla og sansaskipan hava stóran týdning fyri børn, og at tað eru fleiri børn í skúlaverkinum, sum hava sansa- og rørslutrupulleikar. Skeiðið skal tryggja, at lærarar duga at avlesa, tulka, skilja og gera átøk fyri at hjálpa hesum børnum," sigur Magnus Tausen, stjóri í Námi.

Eftirmetingarnar hava verið framúr.

"Eitt fantastiskt skeið. Hetta eru fakfólk, sum brenna fyri sakini. Meir av tí - ikki ov nógv, ikki ov lítið. Men akkurát fyri,” sigur ein vælnøgdur skeiðsluttakari.

“Sera nógv praktiskt, sum kann brúkast beinleiðis í undirvísingini. Skifti ímillum undirvísing og spøl var sera gott,” sigur ein annar lærari.

“Eg eri so glað fyri tey praktisku hugskotini at brúka í undirvísingini. Serliga gott at býta upp í dempandi og vekjandi venjingar,” sigur ein triði lærari.

Skeiðið hevur verið ástøðiligt og verkligt, og luttakararnir hava verði sæddir ymsa staðni í Námi við venjingum og sansandi spæli.

Tað er nýtt, at Nám bjóðar sama skeiðið út fyrst til lærarar og so til námsfrøðingar. Men í hesum føri eru avbjóðingar tær somu - bæði á dagstovni og í skúla.

“Hetta er spennandi roynd hjá okkum í Námi, tí ynski okkara er, at vit við tíðini kunnu bjóða tænastur okkara fram líka væl til dagstovnaøkið sum til fólkaskúlaøkið. Júst hetta skeiðið til námsfrøðingar er tí áhugavert og spennandi, og royndirnar fara vit at taka við okkum og út frá teimum leggja til rættis komandi skeiðstilboð til námsfrøðingar,” sigur Magnus Tausen, stjóri í Námi.

Skeiðsluttakararnir tykjast samdir: “Hetta skeið skuldi verið til allar lærarar í øllum skúlum, júst sum faklig lesing,” sigur ein luttakari í góðu eftirmetingarskjølunum.

Eini skeiðsluttakarin lovprísar eisini umstøðunum at halda skeið í Námi: “Hølið og tøknin eru super og fráboðanin eisini. Hetta er eitt av teimum bestu skeiðum, eg havi verið á. Tað var praktiskt, gott og læruríkt. Hetta var eitt super gott skeið. Guðrun og Helle eru so sera nógv inni í hesum fakliga evni. Takk fyri!"

Onnur tíðindi

Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Landsroynd Landsroyndir Landsroyndir 2024
Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira