Skip to main content

Samfelagsfrøði - nýggj útgáva

12.08.2024

”Føroysk samfelagsfrøði C-stig” komin út í aðru útgávu

Onnur økta útgáva av ”Føroysk samfelagsfrøði C-stig” er nú komin í bókabúðirnar. Fyrsta útgáva kom á sumri 2021, og á sumri 2023 kom eisini ”Føroysk samfelagsfrøði B-stig” út. Bøkurnar eru eisini tøkar sum samvirknar bøkur (sBøkur), ið áhaldandi verða dagførdar, so hvørt sum broytingar henda í samfelagnum ella ynski koma frá lærarum.

Nógv dagførd hagtøl og fakta eru í nýggju ”Føroysk samfelagsfrøði C-stig”. Bárður er skiftur út við Aksel, Jørgen er skiftur út við Ruth o.s.fr. Enntá Fríðrikur kongur 10. er sloppin upp í part. Flestu dagføringar eru tiknar við í prentaðu útgávuna, tó at nakað av tilfari einans finst talgilt.

Av nýggjum tilfari í aðru útgávu kann nevnast:

  • Vitlíki – bæði sum ástøði og arbeiðsháttur
  • Talgildisbúgving sum sosialiseringstáttur
  • Dagført tilfar um kynsleiklutir og javnstøðu
  • Flóttafólk og integratión
  • Dagførd lýsing av føroysku politisku flokkunum
  • Býtið millum ríki, land, kommunur og aðrar eindir
  • Broytingar í Ríkisfelagsskapinum við denti á Arktis
  • Avbjóðingar hjá vælferðarstatinum
  • Fíggjarpolitiskt haldføri

Ein onnur stór broyting er, at kapitlini eru býtt í undirkapittul. Upprunaligu kapitlini vóru ov stór hjá næmingum at yvirskoða, men nýggju undirkapitlini eru hóskandi arbeiðsmongd til umleið eina viku.

”Føroysk samfelagsfrøði C-stig” er 260 síður til longdar við fjølbroyttum tilfari. Umframt vanligan tekst eru 131 myndir, 83 modell, 35 talmyndir, 22 kort og ymiskt annað. Harumframt eru alskyns tabellir og dømi, ið stuðla lesitilfarinum.

Samvirkna bókin hevur nógv eyka tilfar umframt leinki, ið leiða til enn meiri vitan. Samvirkna bókin er dynamisk og verður tillagað, so hvørt sum samfelagið broytist.

sBókin sæst á samfelagsfrodi.sbok.nam.fo

Onnur tíðindi

05.07.2024

sBókin Lestrarmenning í dagførdari og víðkaðari…

Les meira
27.06.2024

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
21.06.2024

Roknibøkur til tey yngstu

Les meira
13.06.2024

Vinningurin er 30.000 kr.

Les meira