Skip to main content

Styrk tínar styrkir

17.09.2024

Bøkur, sum stuðla næmingunum í bæði fakligari og persónligari menning

Eitt nýtt og spennandi undirvísingartilfar er nú tøkt til næmingar í fólkaskúlanum og á miðnámi. Hetta tilfarið fevnir um tríggjar einnýtisbøkur til næmingarnar, tvey styrkispøl og tríggjar læraravegleiðingar – ein til hvørja næmingabók. Endamálið er at hjálpa næmingunum at finna, skilja og menna sínar styrkir, og á hendan hátt leggja eitt dygt grundarlag fyri bæði persónliga menning og fakligum framburði.

Bókaheildin leggur dent á at menna eina positiva sjálvsfatan hjá næmingunum. Gransking vísir, at samband er millum sjálvsfatan og faklig avrik, tí glaðir næmingar læra best. Tá ið næmingarnir kenna seg tryggar og trívast, fáa vit eitt gott grundarlag fyri læring. Við hesari tilgongdini fær hvør einstakur næmingur møguleika at arbeiða við sínum styrkjum, og hetta gevur teimum viðurkenning og rós fyri teirra egnu førleikar. Talan er um eina gevandi og motiverandi tilgongd, sum hjálpir næmingunum at læra seg sjálv at kenna.

Høvuðsendamálið við undirvísingartilfarinum er tó ikki bert at menna sjálvsfatanina hjá næmingunum, men eisini at stuðla teirra fakligu og persónligu menning. Næmingarnir skulu gerast førir fyri at brúka sínar styrkir í gerandisdegnum, bæði í flokkinum og í teirra víðari lívi. Lærarar fáa eisini stuðul við hesum tilfari, so teir kunnu hjálpa næmingunum í at menna sínar styrkir og skapa eitt umhvørvi, har trivnaður, læring og persónlig menning fylgjast á leið.

Les meira um bøkurnar her.

 

Hetta tilfar er eitt týðandi amboð til lærarar, sum vilja stuðla næmingunum í bæði fakligari og persónligari menning, við tí endamáli at næmingarnir skulu styrkja sína sjálvsfatan og brúka styrkirnar í gerandisdegnum.

Onnur tíðindi

13.12.2024

Nám gevur út bókina “Úr gomlum ritum” við…

Les meira
03.12.2024

Týskvøldið varð avdúkað í Havnar Bio, at…

Les meira
30.11.2024

Leikurin Romeo og Julia, sum nú hevur tær seinastu…

Les meira
14.11.2024

Sum liður í arbeiðinum at menna fyribyrgjandi átøk…

Les meira